lýðræði

66 versir um "lýðræði"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrra Korintbrævið 1:16 Fyrra Korintbrævið

– Tó doypti eg eisini tey hjá Stefanasi; annars veit eg meg ongan annan hava doypt.

2
Fyrra Korintbrævið 1:17 Fyrra Korintbrævið

Kristus sendi meg jú ikki at doypa, men at kunngera evangeliið, ikki við vísum orðum – fyri at krossur Kristusar skuldi ikki missa kraft sína.

2
Fyrra Korintbrævið 1:18 Fyrra Korintbrævið

Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.

2
Fyrra Korintbrævið 1:19 Fyrra Korintbrævið

Skrivað er jú: „Eg skal oyða vísdóm hinna vísu, og vit hinna vitigu skal Eg gera til einkis.“

2
Fyrra Korintbrævið 1:20 Fyrra Korintbrævið

Hvar er ein vísur! Hvar er ein skriftlærdur! Hvar er ein granskari av hesum heimi! Hevur Gud ikki gjørt vísdóm heimsins til dárskap!

2
Fyrra Korintbrævið 1:21 Fyrra Korintbrævið

Tí við tað at heimurin við vísdómi sínum kendi ikki Gud í vísdómi Hansara, líkaði tað Gudi – við dárskapi prædikunnar – at frelsa tey, sum trúgva.

2
Fyrra Korintbrævið 1:22 Fyrra Korintbrævið

Jødar krevja jú tekin, og Grikkar søkja vísdóm;

2
Fyrra Korintbrævið 1:23 Fyrra Korintbrævið

men vit prædika Kristus krossfestan – Jødum ástoyt og heidningum dárskap,

2
Fyrra Korintbrævið 1:24 Fyrra Korintbrævið

men teimum, sum kallað eru, bæði Jødum og Grikkum, Kristus, kraft Guds og vísdóm Guds.

2
Fyrra Korintbrævið 1:25 Fyrra Korintbrævið

Tí dárskapur Guds er vísari enn menniskjuni, og veikleiki Guds er sterkari enn menniskjuni.

2
Fyrra Korintbrævið 1:26 Fyrra Korintbrævið

Tí hyggið á kall tykkara, brøður! – Tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir.

2
Fyrra Korintbrævið 1:27 Fyrra Korintbrævið

Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar;

2
Fyrra Korintbrævið 1:28 Fyrra Korintbrævið

tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað,

2
Fyrra Korintbrævið 1:29 Fyrra Korintbrævið

so einki hold skal rósa sær fyri Gudi.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 2:1 Fyrra Timoteusarbrævið

Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,

2
Fyrra Timoteusarbrævið 2:2 Fyrra Timoteusarbrævið

fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.

2