lyndi
15 versir um "lyndi"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Matteus 11:29 Matteus
Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!
Matteus 11:30 Matteus
Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.“
Filippibrævið 1:6 Filippibrævið
Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.
Matteus 3:11 Matteus
Eg doypi tykkum í vatni til umvending; men Hann, ið kemur eftir meg, er sterkari enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bera skógvarnar hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.
Orðtøkini 10:9 Orðtøkini
Tann, ið lýtaleyst livir, gongur trygt, men tann, ið gongur sniðgøtur, verður avdúkaður.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Rómverjabrævið 5:3 Rómverjabrævið
Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol,
Rómverjabrævið 5:4 Rómverjabrævið
tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón –
Rómverjabrævið 5:5 Rómverjabrævið
og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið
Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.