lyklar

9 versir um "lyklar"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 16:19 Matteus

Og Eg skal geva tær lyklar Himmiríkis ríkis; tað, sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli, og tað, sum tú loysir á jørðini, skal vera loyst í Himli.“

8
Opinberingin 1:18 Opinberingin

„Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti, hin síðsti og hin livandi. Eg var deyður, men hygg, Eg eri livandi í aldur og allar ævir! Eg havi lyklar deyðans og deyðaríkisins.

7
Esaias 22:22 Esaias

Eg skal leggja lykilin til hús Dávids á herðar hansara; táið hann letur upp, skal eingin lata aftur, og táið hann letur aftur, skal eingin lata upp.

6
Opinberingin 3:7 Opinberingin

Skriva til eingil samkomunnar í Filadelfia: „Hetta sigur hin heilagi, hin sannorðaði, sum hevur lykil Dávids, sum letur upp – og eingin letur aftur, sum letur aftur – og eingin letur upp:

6
Lukas 11:52 Lukas

Vei tykkum, tit lógkønu! Tí tit hava tikið burt lykil kunnskaparins; sjálvir eru tit ikki farnir inn, og teimum, ið vildu fara inn, hava tit forðað.“

5
Opinberingin 20:1 Opinberingin

Eg sá nú eingil koma niður av himli; hann hevði í hondini lykil avgrundarinnar og stóra leinkju.

5
Opinberingin 9:1 Opinberingin

Fimti eingilin blásti í lúður; tá sá eg stjørnu, ið fallin var av himli niður á jørðina; henni varð givin lykilin til brunn avgrundarinnar.

4
Dómararnir 3:25 Dómararnir

Teir bíðaðu nú ógvuliga leingi, men hann læt ikki upp dyr taksalsins; tá fóru teir eftir lyklinum og lótu upp – og fingu tá at síggja, at harri teirra lá deyður á gólvinum.

2
Matteus 18:18 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt, ið tit binda á jørðini, skal vera bundið í Himli; og alt, ið tit loysa á jørðini, skal vera loyst í Himli.

2