lykilsteinn
16 versir um "lykilsteinn"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 2:20 Efesusbrævið
tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.
Sálmarnir 118:22 Sálmarnir
Steinurin, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, er vorðin hornsteinur.
Esaias 28:16 Esaias
tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran, fastan hornstein – tann, ið trýr, hevur ikki skund.
Matteus 21:42 Matteus
Jesus segði við teir: „Hava tit aldri lisið í skriftunum: „Steinurin, ið vrakaður varð av teimum, sum bygdu, er vorðin hornsteinur; av Harranum er hetta gjørt, tað er undurfult í eygum okkara“?
Ápostlasøgan 4:11 Ápostlasøgan
Hann er steinurin, ið vrakaður varð av tykkum, sum bygdu, men sum er vorðin hornsteinur.
Fyrra Korintbrævið 3:11 Fyrra Korintbrævið
Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus.
Efesusbrævið 2:21 Efesusbrævið
Í Honum verður allur bygningurin samanbundin og veksur til heilagt tempul í Harranum.
Efesusbrævið 2:22 Efesusbrævið
Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum.
Markus 12:10 Markus
Hava tit ikki eisini lisið hetta skriftorðið: „Steinurin, ið vrakaður varð av teimum, sum bygdu, er vorðin hornsteinur.
Lukas 20:17 Lukas
Men Hann hugdi upp á teir og segði: „Hvat er tá hetta, ið skrivað er: „Steinurin, sum vrakaður varð av teimum, ið bygdu, er vorðin hornsteinur“?
Fyrra Pætursbrævið 2:4 Fyrra Pætursbrævið
Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur,
Fyrra Pætursbrævið 2:5 Fyrra Pætursbrævið
og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi!
Fyrra Pætursbrævið 2:6 Fyrra Pætursbrævið
Í skriftini stendur jú: „Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran; tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.“
Fyrra Pætursbrævið 2:7 Fyrra Pætursbrævið
Tykkum, ið trúgva, er Hann tá dýrabarur; men hinum vantrúgvandi er hesin steinur, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, vorðin hornsteinur, snávisteinur og klettur til fall –
Fyrra Pætursbrævið 2:8 Fyrra Pætursbrævið
hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum – til tað vóru tey eisini ætlað.
Zakarias 10:4 Zakarias
Úr tí skal hornsteinurin koma, úr tí tjaldhælurin, úr tí herbogin; úr tí skal hvør stýrismaður koma.