lýðin
22 versir um "lýðin"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Sámuelsbók 15:22 Fyrra Sámuelsbók
Men Sámuel segði: „Man HARRIN leggja líka mikið í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni fyri orði HARRANS! Nei! Lýdni er meiri vert enn sláturoffur, og at lurta eftir er meiri vert enn veðrafiti!
Efesusbrævið 6:1 Efesusbrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt!
Jóhannes 14:15 Jóhannes
Elska tit Meg, so haldið boð Míni!
Ápostlasøgan 5:29 Ápostlasøgan
Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!
Filippibrævið 2:8 Filippibrævið
Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan.
Fyrra Pætursbrævið 1:14 Fyrra Pætursbrævið
Sum lýðin børn skulu tit ikki skikka tykkum eins og áður, táið tit livdu eftir lystunum, tí tit vistu ikki betur.
Rómverjabrævið 6:16 Rómverjabrævið
Vita tit ikki, at táið tit bjóða tykkum fram einum sum tænarar, til at akta hann, so eru tit tænarar hjá tí, sum tit akta, veri tað nú hjá synd – til deyða – ella hjá lýdni – til rættvísi – ?
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Lukas 11:28 Lukas
Tá segði Hann: „Ja, sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“
Seinna Korintbrævið 10:5 Seinna Korintbrævið
– táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi,
Kolossibrævið 3:20 Kolossibrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum!
Titusarbrævið 3:1 Titusarbrævið
Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk,
Fimta Mósebók 5:33 Fimta Mósebók
Á allari leiðini, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum, skulu tit ganga – so tit kunnu liva, og tykkum kann gangast væl, og dagar tykkara kunnu verða mangir í landinum, sum tit skulu taka í ogn.“
Fimta Mósebók 11:26 Fimta Mósebók
Tit síggja, eg leggi í dag fyri tykkum signing og bann
Fimta Mósebók 11:27 Fimta Mósebók
– signingina, so satt sum tit akta boð HARRANS Guds tykkara, sum eg í dag áleggi tykkum,
Fimta Mósebók 11:28 Fimta Mósebók
og bannið, um tit akta ikki boð HARRANS Guds tykkara, men víkja burtur av leiðini, ið eg í dag áleggi tykkum at ganga, og halda tykkum til aðrar gudar, sum tit ikki kenna.
Esaias 1:19 Esaias
Eru tit lagalig og lýðin, skulu tit eta hitt góða í landinum;
Rómverjabrævið 1:5 Rómverjabrævið
Við Honum hava vit fingið náði og ápostlaembæti til at virka trúarlýdni millum øll heidningafólkini – navni Hansara til heiður;
Rómverjabrævið 5:19 Rómverjabrævið
Tí eins og hini mongu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, so skulu eisini hini mongu verða rættvís við lýdni hins eina.
Hebrearabrævið 5:8 Hebrearabrævið
Soleiðis lærdi Hann, tóat Hann var Sonur, lýdni av tí, sum Hann leið.
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!
Seinna Jóhannesarbrævið 1:6 Seinna Jóhannesarbrævið
Hetta er kærleikin, at vit liva eftir boðum Hansara. Hetta er boðið, soleiðis sum tit hava hoyrt tað frá upphavi, fyri at tit skulu liva eftir tí.