lygari
16 versir um "lygari"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 19:9 Orðtøkini
Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið gongur við lygn, skal ikki komast undan.
Jóhannes 8:44 Jóhannes
Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“
Orðtøkini 14:5 Orðtøkini
Trúfast vitni lýgur ikki, men tann, ið talar lygn, er falskt vitni.
Onnur Mósebók 23:1 Onnur Mósebók
„Tú mást ikki bera út lygitíðindi. Tann, ið órætt hevur, skalt tú ikki styðja við at stíga fram sum lygivitni.
Orðtøkini 12:22 Orðtøkini
Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu.
Orðtøkini 13:5 Orðtøkini
Hin rættvísi hatar lygitalu, men hin gudleysi ger tað, ið ilt og skammiligt er.
Orðtøkini 26:23 Orðtøkini
Sum leirílat við silvuri uttaná eru kærleiksgløðandi varrar, táið hjartað er ónt.
Orðtøkini 26:24 Orðtøkini
Hin hatski hyklar við vørrunum, men í hjartanum goymir hann svik.
Orðtøkini 26:25 Orðtøkini
Trúgv honum ikki, táið hann ger seg blíðmæltan, tí sjey andstygdir eru í hjarta hansara!
Orðtøkini 26:26 Orðtøkini
Hin hatski fjalir seg í sviki, men óndskapur hansara verður opinberur í samkomuni.
Orðtøkini 26:27 Orðtøkini
Tann, ið grevur grøv, skal falla í hana, og tann, ið rullar upp stein, skal hann rulla aftur á.
Orðtøkini 26:28 Orðtøkini
Lygitungan hatar tann, ið hon hevur sorað sundur, og falskur muður voldir fall.
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Opinberingin 22:15 Opinberingin
Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir, manndrápararnir, avgudadýrkararnir og ein og hvør, ið elskar lygn og gongur við lygn.