lævur
12 versir um "lævur"
Versir
Síða 1 av 1Opinberingin 5:5 Opinberingin
Men ein av hinum elstu segði við meg: „Grát ikki! Leyvan av ætt Juda, rótskot Dávids, hevur sigrað og kann lata upp bókrulluna og hini sjey innsigli hennara.“
Sálmarnir 34:10 Sálmarnir
Óttist HARRAN, tit heilagu Hansara, tí einki fattast teimum, ið óttast Hann!
Sálmarnir 104:21 Sálmarnir
hinar ungu leyvur brøla eftir ráni, tær krevja føði sína frá Gudi.
Orðtøkini 19:12 Orðtøkini
Vreiði kongsins er sum brøl leyvunnar, men yndi hansara er sum døgg á urtum.
Orðtøkini 28:1 Orðtøkini
Hini gudleysu flýggja, tóat eingin er eftir teimum, men hini rættvísu eru trygg sum ungleyvan.
Orðtøkini 30:30 Orðtøkini
Leyvan, kongurin millum dýrini, sum ongum víkur fyri,
Esaias 31:4 Esaias
Tí so segði HARRIN við meg: Sum leyva brølar, ungleyva yvir ráni sínum, og ikki, um so heilur flokkur av hirðum verður róptur saman móti henni, ræðist rópini ella víkur fyri ganginum – so skal HARRIN Gud herskaranna koma niður at herja á Zionsfjall og hædd tess.
Hoseas 5:14 Hoseas
Tí Eg eri sum leyva móti Efra’im, sum ungleyva móti húsi Juda; sjálvur skræði Eg sundur og fari avstað; Eg beri burtur ránið, og eingin frelsir.
Hoseas 11:10 Hoseas
HARRAN skulu tey halda seg til, Hann skal brøla sum leyva, ja, Hann skal brøla, og skelvandi skulu børn Hansara koma frá havinum;
Nahum 2:12 Nahum
Hvar er nú bústaður leyvanna – staðið, har hinar ungu leyvur ótu rán sítt, har sum leyvan og honleyvan gingu, og leyvuungin, uttan at nakar stygdi tey!
Seinna Timoteusarbrævið 4:17 Seinna Timoteusarbrævið
Men Harrin stóð hjá mær og styrkti meg, fyri at prædika orðsins skuldi verða fullførd við mær, og øll fólkasløg fáa hana at hoyra; og eg varð frelstur úr gapi leyvunnar.
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.