Lúsifer
20 versir um "Lúsifer"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 14:12 Esaias
Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín!
Esaias 14:13 Esaias
Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: „Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri;
Esaias 14:14 Esaias
eg skal fara upp um skýborgirnar; eg skal gera meg hinum Hægsta líkan!“
Esaias 14:15 Esaias
– Nei, í deyðaríkið skalt tú verða stoyttur niður, niðast í grøvina!
Lukas 10:18 Lukas
Tá segði Hann við teir: „Eg sá Satan falla niður av himli sum snarljós.
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Opinberingin 12:7 Opinberingin
Bardagi varð í Himli: Mikael og einglar hansara tóku at berjast við drekan, og drekin og einglar hansara bardust.
Opinberingin 12:8 Opinberingin
Men teir vóru tað ikki mentir, og stað teirra var ikki longur at finna í Himli.
Opinberingin 12:9 Opinberingin
Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.
Ezekiel 28:17 Ezekiel
Hjarta títt hugmóðaði sær av vakurleika tínum; við ljóma tínum forkomst tú vísdómi tínum; Eg kastaði teg til jarðar, Eg legði teg niður fyri ásjón konga, so teir kundu skoða teg.
Jóhannes 8:44 Jóhannes
Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Ezekiel 28:14 Ezekiel
Tú vart salvaður kerúbur, sum gav lívd, og Eg setti teg á hitt heilaga gudafjallið; har gekst tú um millum skyggjandi steinar.
Ezekiel 28:15 Ezekiel
Einki var at finnast at atburði tínum, frá tí degi tú vart skaptur, inntil órættvísi varð funnin hjá tær.
Ezekiel 28:16 Ezekiel
Við mikla handli tínum vart tú fullur innan av órætti, og tú syndaði; so vanhalgaði Eg teg og rak teg burtur av gudafjallinum, og Eg gjørdi teg til einkis, tú, kerúburin, sum gav lívd, so tú slapst ikki at vera millum hinar skyggjandi steinarnar longur.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal ikki vera nýggjur í trúnni – fyri at hann skal ikki verða uppblástur og falla undir dóm Djevulsins.
Hebrearabrævið 2:14 Hebrearabrævið
Við tað at nú børnini hava lut í blóði og holdi, fekk eisini Hann á sama hátt lut í tí, fyri at Hann við deyðanum skuldi gera hann til einkis, sum hevur veldi deyðans – tað er Djevulin –
Seinna Pætursbrævið 2:4 Seinna Pætursbrævið
Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.
Judasarbrævið 1:6 Judasarbrævið
og at einglunum, sum hildu ikki fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, heldur Hann føstum í ævigum leinkjum undir myrkrinum til dómin hin stóra dag.
Opinberingin 20:10 Opinberingin
Og Djevulin, sum villleiddi tey, varð kastaður í sjógvin við eldi og svávuli – sum eisini dýrið og lygiprofeturin vóru í; tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir.