Lurvilig fólk
82 versir um "Lurvilig fólk"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Timoteusarbrævið 4:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hinum vanheilagu kellingaævintýrum skalt tú sigast undan; ven teg heldur til gudsótta!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið; men gudsóttin er nyttuligur til alt og hevur lyfti, bæði fyri lívið, ið nú er, og fyri hitt, ið kemur.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:9 Fyrra Timoteusarbrævið
– Tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí er tað, vit arbeiða og verða háðaðir – tí vit hava sett vón okkara á hin livandi Gud, sum er Frelsari alra menniskja, mest teirra, sum trúgva.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta skalt tú áleggja og læra.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Ver íðin í upplestrinum, áminningini, læruni, inntil eg komi!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Vanrøk ikki náðigávuna, sum í tær er – sum varð givin tær við profetorðum, við handaálegging hinna elstu!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað! Tí táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Stríð hitt góða stríð trúarinnar, gríp hitt æviga lív, sum tú vart kallaður til og játtaði hina góðu játting fyri mongum vitnum!
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Hebrearabrævið 6:1 Hebrearabrævið
Latið okkum tí leypa um hinar fyrstu grundir í læruni um Kristus og ganga fram til hitt fullkomna, so vit ikki aftur leggja grundvøllin við umvending frá deyðum verkum og trúgv á Gud,
Hebrearabrævið 6:2 Hebrearabrævið
við læru um dópar og handaálegging, um uppreisn hinna deyðu og ævigan dóm!
Hebrearabrævið 6:3 Hebrearabrævið
Ja, hetta skulu vit gera, um Gud loyvir.
Hebrearabrævið 6:4 Hebrearabrævið
Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum,
Hebrearabrævið 6:5 Hebrearabrævið
hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heims – og sum so eru fallin frá – tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur,
Hebrearabrævið 6:6 Hebrearabrævið
við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott.
Hebrearabrævið 6:7 Hebrearabrævið
Tí jørðin, sum drekkur í seg regnið, ið so mangan fellur á hana – ber hon grøði, sum er teimum til gagn, ið hon verður dýrkað fyri, so fær hon signing frá Gudi.
Hebrearabrævið 6:8 Hebrearabrævið
Men ber hon tornir og tistlar, er hon ónýt og banni nær; endi hennara er, at hon verður brend.
Hebrearabrævið 6:9 Hebrearabrævið
Men um tykkum, tit elskaðu, eru vit vísir í tí, sum betri er, og sum hoyrir frelsu til – tóat vit tala so.
Hebrearabrævið 6:10 Hebrearabrævið
Gud er ikki órættvísur, so Hann skuldi gloymt verk tykkara og kærleikan, ið tit hava víst navni Hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heilagu.
Hebrearabrævið 6:11 Hebrearabrævið
Men ynski okkara er, at ein og hvør tykkara líka til endan skal vísa sama íðinskap fyri hini fullu vissu í vónini,
Hebrearabrævið 6:12 Hebrearabrævið
so tit ikki verða trek, men eftirfylgja teimum, sum við trúgv og toli arva lyftini.
Hebrearabrævið 6:13 Hebrearabrævið
Tí táið Gud gav Ábrahami lyftið, svór Hann um Seg sjálvan, av tí Hann hevði ongan størri at svørja um, og segði:
Hebrearabrævið 6:14 Hebrearabrævið
„Sanniliga, Eg skal ríkliga signa teg og stórliga lata teg nørast!“
Hebrearabrævið 6:15 Hebrearabrævið
– Táið hann soleiðis tolin hevði bíðað, fekk hann tað, sum lovað var.
Hebrearabrævið 6:16 Hebrearabrævið
Menniskju svørja jú um tann, ið størri er, og eiðurin er teimum staðfesting og ger enda á øllum stríði.
Hebrearabrævið 6:17 Hebrearabrævið
Táið nú Gud enn týðiligari vildi vísa arvingum lyftisins, hvussu óvikandi ráð Hansara var, legði Hann tí eið aftrat,
Hebrearabrævið 6:18 Hebrearabrævið
so vit við tveimum óvikandi søgnum, sum Gud ómøguliga kundi lúgva í, skuldu hava sterka troyst, vit, sum hava leitað okkum bjarging í at grípa vónina, sum framman fyri okkum er løgd.
Hebrearabrævið 6:19 Hebrearabrævið
Í teirri vón hava vit eins og trygt og fast akker sálarinnar, sum fer inn, inn um forhangið,
Hebrearabrævið 6:20 Hebrearabrævið
hagar Jesus sum fyrirennari okkara fór inn, Hann, sum gjørdist høvuðsprestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.