lættreiðiligur / at vera illur skjótt
83 versir um "lættreiðiligur / at vera illur skjótt"
Versir
Síða 2 av 2Efesusbrævið 4:27 Efesusbrævið
og gevið ikki Djevulinum rúm!
Efesusbrævið 4:28 Efesusbrævið
Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri við hondum sínum tað, sum gott er, so hann kann hava nakað at geva tí, ið treingir!
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Efesusbrævið 4:30 Efesusbrævið
Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg, Honum, sum tit eru innsiglað við til endurloysingardagin!
Efesusbrævið 4:31 Efesusbrævið
Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur!
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið
Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!
Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið
Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!
Jákupsbrævið 1:1 Jákupsbrævið
Jákup, tænari Guds og Harrans Jesu Krists, heilsar hinum tólv ættum í sundurspreiðingini.
Jákupsbrævið 1:2 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, táið tit koma í alskyns freistingar!
Jákupsbrævið 1:3 Jákupsbrævið
Tit vita jú, at táið trúgv tykkara verður roynd, virkar tað tol.
Jákupsbrævið 1:4 Jákupsbrævið
Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum!
Jákupsbrævið 1:5 Jákupsbrævið
Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin!
Jákupsbrævið 1:6 Jákupsbrævið
Men hann biði í trúgv, uttan at ivast! Tí tann, ið ivast, er líkur havsbylgju, ið verður rikin og kastað av vindinum.
Jákupsbrævið 1:7 Jákupsbrævið
Ikki má tað menniskja hugsa, at tað skal fáa nakað frá Harranum
Jákupsbrævið 1:8 Jákupsbrævið
– slíkt tvísint menniskja, vinglut á øllum leiðum sínum.
Jákupsbrævið 1:9 Jákupsbrævið
Bróðirin, ið lítið hevur at týða, rósi sær av, hvussu høgur hann er,
Jákupsbrævið 1:10 Jákupsbrævið
og hin ríki av, hvussu lítið hann hevur at týða! Tí hann skal verða til einkis sum blóma á grasi.
Jákupsbrævið 1:11 Jákupsbrævið
Sólin kemur upp við hita sínum og svíður grasið av, og blóma tess fellur av, og fagurleiki útsjóndar hennara verður til einkis. – Soleiðis skal eisini hin ríki følna á leiðum sínum.
Jákupsbrævið 1:12 Jákupsbrævið
Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.
Jákupsbrævið 1:13 Jákupsbrævið
Eingin sigi, táið hann verður freistaður: „Eg verði freistaður av Gudi“! Gud verður ikki freistaður av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan.
Jákupsbrævið 1:14 Jákupsbrævið
Nei, ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd.
Jákupsbrævið 1:15 Jákupsbrævið
Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða.
Jákupsbrævið 1:16 Jákupsbrævið
Villist ikki, elskaðu brøður mínir!
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.
Jákupsbrævið 1:18 Jákupsbrævið
Eftir vilja Sínum føddi Hann okkum við sannleiksorði, so vit skuldu vera frumgróður skapninga Hansara.
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið
Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!
Jákupsbrævið 1:21 Jákupsbrævið
Leggið tí av alla óreinsku og allan óndskap, sum enn er eftir, og takið við spakføri móti orðinum, sum plantað er í tykkum, og sum er ment at frelsa sálir tykkara!
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Jákupsbrævið 1:23 Jákupsbrævið
Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli.
Jákupsbrævið 1:24 Jákupsbrævið
– Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út.
Jákupsbrævið 1:25 Jákupsbrævið
Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.
Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið
Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.
Jákupsbrævið 1:27 Jákupsbrævið
Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.