læra
14 versir um "læra"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Titusarbrævið 1:9 Titusarbrævið
ein, ið heldur fast við hitt trúverda orð eftir læruni – fyri at hann kann vera førur fyri bæði at áminna við hini heilnæmu læru og at teppa tey, sum siga ímóti.
Titusarbrævið 2:1 Titusarbrævið
Men tala tú tað, sum sømir hini heilnæmu læru:
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!
Efesusbrævið 4:14 Efesusbrævið
So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Hebrearabrævið 13:9 Hebrearabrævið
Latið tykkum ikki villleiða av alskyns fremmandum lærum! Tað er gott, at hjartað verður styrkt við náðini, ikki við mati – sum ongan bata hevur verið teimum til, sum fingust við hann!
Seinna Jóhannesarbrævið 1:9 Seinna Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið víkur av leið og verður ikki verandi í læru Kristusar, hevur ikki Gud; tann, sum verður verandi í læruni, hevur bæði Faðirin og Sonin.
Jóhannes 7:16 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað! Tí táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:3 Fyrra Timoteusarbrævið
Gongur onkur við fremmandari læru og heldur seg ikki til heilnæmu orð Harra okkara Jesu Krists og læruna, ið samsvarar við gudsótta,
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Seinna Timoteusarbrævið 4:4 Seinna Timoteusarbrævið
og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.