lør

15 versir um "lør"

Versir

Síða 1 av 1
Opinberingin 19:16 Opinberingin

Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: „Kongur konga og Harri harra.“

4
Onnur Mósebók 28:42 Onnur Mósebók

So skalt tú gera teimum buksur av lørifti, sum fjala blygd teirra; tær skulu røkka frá lendunum niður á lørini.

3
Fyrsta Mósebók 24:2 Fyrsta Mósebók

Tá segði Ábraham við tænara sín, hann, ið var tann elsti í húsi hansara og stóð fyri øllum, ið hann átti: „Legg hond tína undir lend mína,

2
Fyrsta Mósebók 24:9 Fyrsta Mósebók

Tá legði tænarin hond sína undir lend Ábrahams, harra síns, og lovaði honum hetta við eiði.

2
Fyrsta Mósebók 32:25 Fyrsta Mósebók

og táið Hann sá, at Hann var ikki mentur at vinna Jákup, gav Hann honum eitt slag á mjødnina, so at mjødnin á Jákupi fór úr liði, meðan hann bardist við Hann.

2
Fyrsta Mósebók 32:32 Fyrsta Mósebók

Av hesi grund er tað so, at enn í dag eta Ísraelsmenn ikki mjadnarsinuna, sum er á mjadnarliðinum; tí tað var á mjadnarsinuna á mjadnarliðinum, ið Hann gav Jákupi slagið.

2
Fyrsta Mósebók 47:29 Fyrsta Mósebók

Táið tað nú leið at tíðini, ið Ísrael skuldi doyggja, sendi hann boð eftir Jósefi, syni sínum, og segði við hann: „Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so legg hond tína undir lend mína og lova, at tú skalt vísa mær tann kærleika og ta trúfesti, ikki at jarða meg í Egyptalandi!

2
Fjórða Mósebók 5:21 Fjórða Mósebók

– nú skal presturin lesa illbønareiðin upp fyri kvinnuni og siga við hana: „So skal HARRIN gera teg til bann og til illbøn millum fólk títt; Hann skal lata lendar tínar svinna og búk tín bólgna upp.

2
Fjórða Mósebók 5:27 Fjórða Mósebók

Táið hann nú hevur latið hana drekka vatnið, skal so verða, at hevur hon latið seg vanæra og verið manni sínum ótrúgv, so skal vatnið, ið voldir bann, fara niður í hana og verða henni til vanlukku; búkur hennara skal bólgna upp, og lendar hennara skulu svinna; og henda kvinna skal verða til illbøn millum fólk sítt.

2
Dómararnir 3:16 Dómararnir

gjørdi hann sær tvíeggjað svørð, gomed* langt, og bant sær tað við høgru lið undir klæðunum.

2
Dómararnir 3:21 Dómararnir

Men Ehud rætti út vinstru hond, dró svørðið undan høgru lið og rendi tað í búk hansara,

2
Sálmarnir 45:3 Sálmarnir

Tú ert hin fagrasti av menniskjabørnunum, lívsæla er úthelt á varrar Tínar; tí hevur Gud signað Teg í allar ævir.

2
Esaias 47:2 Esaias

Far á kvørnina og mal korn, legg burtur slørið, tak klæðini upp um teg, ger beinið bert og vaða um áir!

2
Jeremias 31:19 Jeremias

Tí eftir at eg eri umvendur, angri eg, og eftir at eg havi fingið vit, slái eg meg á lendarnar; eg blúgvist, ja, eg skammist, tí eg beri skomm ungdóms míns.“

2
Ezekiel 21:12 Ezekiel

Rópa og vena teg, menniskjasonur! Tí tað kemur yvir fólk Mítt, tað kemur yvir allar høvdingar Ísraels; teir verða givnir upp til svørðið saman við fólki Mínum. Slá teg tí á lendarnar!

2