loynilighaldi
12 versir um "loynilighaldi"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 11:13 Orðtøkini
Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, men tann, sum er trúfastur í andanum, dylur tað.
Orðtøkini 17:9 Orðtøkini
Tann, ið dylur misgerð, søkir kærleika, men tann, ið rívur upp søk, skilir vin frá vini.
Orðtøkini 25:9 Orðtøkini
Før søk tína við mótpart tín, men opinbera ikki loyndarmál annars mans
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.
Orðtøkini 12:23 Orðtøkini
Hin klóki dylur kunnskap sín, men hjarta dáranna rópar út dárskap sín.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Aftrat hesum læra tær eisini, við tað at tær mala hús úr húsi, at vera latar, ja, ikki bert at vera latar, men eisini at bera sley og blanda seg upp í tað, sum ikki kemur teimum við – og tala so tað, sum tær ikki eiga at tala.
Sálmarnir 44:21 Sálmarnir
Høvdu vit gloymt navn Guds okkara, breitt út hendurnar móti fremmandum Gudi
Sálmarnir 101:5 Sálmarnir
tann, ið baktalar næsta sín í loyndum, oyði eg; tann, ið hevur stolt eygu og hugmóðigt hjarta, toli eg ikki;
Orðtøkini 16:28 Orðtøkini
Falskur maður elvir stríð, og oyratutl skilir vin frá vini.
Titusarbrævið 2:7 Titusarbrævið
og vís í øllum teg sjálvan sum fyrimynd í góðum verkum! Ber fram óspilta, siðprúða læru,
Jákupsbrævið 4:11 Jákupsbrævið
Baktalið ikki hvør annan, brøður! Tann, ið baktalar bróður sín ella dømir bróður sín, baktalar lógina og dømir lógina. Og dømir tú lógina, so ert tú ikki gerari lógarinnar, men dómari hennara.
Jákupsbrævið 4:12 Jákupsbrævið
Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!