Loynd
3 versir um "Loynd"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 4:2 Seinna Korintbrævið
Nei, vit hava sagt okkum leysar frá hinum skammiligu loynigøtum og ganga ikki fram við sviki, ei heldur handfara vit orð Guds óærliga; nei, við at leggja sannleikan opnan fram tala vit til samvitsku hvørs menniskja fyri ásjón Guds og biðja tey taka ímóti okkum.
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið
Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!
Jóhannes 8:32 Jóhannes
og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“