lokning / endi
100 versir um "lokning / endi"
Versir
Síða 2 av 2Seinna Sámuelsbók 1:13 Seinna Sámuelsbók
Síðani segði Dávid við hin unga mannin, ið hevði borið honum tíðindini: „Hvaðani ert tú?“ Hann svaraði: „Eg eri sonur ein Amalekit, ið er fluttur inn higar.“
Seinna Sámuelsbók 1:14 Seinna Sámuelsbók
Dávid segði við hann: „Ræddist tú kortini ikki at leggja hond á hin salvaða HARRANS og drepa hann?“
Seinna Sámuelsbók 1:15 Seinna Sámuelsbók
– So rópti Dávid ein av monnum sínum og segði: „Kom higar og høgg hann niður!“ Og hann drap hann.
Seinna Sámuelsbók 1:16 Seinna Sámuelsbók
Dávid segði við hann: „Blóð títt komi yvir títt egna høvd! Tí tín egni muður vitnaði móti tær, táið tú segði: „Eg havi dripið hin salvaða HARRANS.““
Seinna Sámuelsbók 1:17 Seinna Sámuelsbók
Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara,
Seinna Sámuelsbók 1:18 Seinna Sámuelsbók
og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra „Bogan“* – hann er uppskrivaður í „Bók hinna sannhjartaðu“**:
Seinna Sámuelsbók 1:19 Seinna Sámuelsbók
„Prýði títt, Ísrael, liggur dripið á heyggjum tínum – á, at hetjurnar skuldu falla!
Seinna Sámuelsbók 1:20 Seinna Sámuelsbók
Sigið ikki frá tí í Gat, kunngerið tað ikki á gøtunum í Askalon – so ikki Filistaradøturnar fara at frøast, døtur hinna óumskornu at rópa av gleði!
Seinna Sámuelsbók 1:21 Seinna Sámuelsbók
Gilboafjøll! Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, ei veri har markir, sum bera offurgávur! Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.
Seinna Sámuelsbók 1:22 Seinna Sámuelsbók
Frá blóði falna, frá fiti kappanna veik bogi Jónatans ikki; aldri kom svørð Sauls ómettað aftur.
Seinna Sámuelsbók 1:23 Seinna Sámuelsbók
Saul og Jónatan, elskuligir og mildir í lívinum, skiltust ikki heldur í deyðanum; kvikari vóru teir enn ørnir, sterkari enn leyvur.
Seinna Sámuelsbók 1:24 Seinna Sámuelsbók
Á døtur Ísraels! Grátið um Saul, sum klæddi tykkum fagurt í purpur, og sum setti gullstás á klæði tykkara!
Seinna Sámuelsbók 1:25 Seinna Sámuelsbók
Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum! Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum!
Seinna Sámuelsbók 1:26 Seinna Sámuelsbók
Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undurfullur, meiri enn kvinnukærleiki.
Seinna Sámuelsbók 1:27 Seinna Sámuelsbók
– Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini ganga til grundar!“
Jóhannes 3:1 Jóhannes
Millum Fariseararnar var maður, ið æt Nikodemus, ein ráðharri Jødanna.
Jóhannes 3:2 Jóhannes
Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann: „Rabbi! Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum.“
Jóhannes 3:3 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum,* kann hann ikki síggja ríki Guds.“
Jóhannes 3:4 Jóhannes
Nikodemus segði við Hann: „Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!“
Jóhannes 3:5 Jóhannes
Jesus svaraði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.
Jóhannes 3:6 Jóhannes
Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi.
Jóhannes 3:7 Jóhannes
Undrast ikki á, at Eg segði við teg: „Tit mugu føðast av nýggjum!“
Jóhannes 3:8 Jóhannes
Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.“
Jóhannes 3:9 Jóhannes
Nikodemus svaraði Honum: „Hvussu kann hetta verða?“
Jóhannes 3:10 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Tú ert lærari Ísraels og veitst ikki hetta!
Jóhannes 3:11 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Vit tala tað, ið vit vita, og vit vitna tað, ið vit hava sæð, og tit taka ikki ímóti vitnisburði okkara.
Jóhannes 3:12 Jóhannes
Trúgva tit ikki, táið Eg tali við tykkum um tað, ið hoyrir jørðini til, hvussu skulu tit tá trúgva, um Eg tali við tykkum um hitt himmalska!
Jóhannes 3:13 Jóhannes
Og tó er eingin farin upp til Himmals uttan Hann, sum er stigin niður av Himli, Menniskjasonurin, sum er í Himli.
Jóhannes 3:14 Jóhannes
Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,
Jóhannes 3:15 Jóhannes
fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.
Jóhannes 3:18 Jóhannes
Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.
Jóhannes 3:19 Jóhannes
Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd.
Jóhannes 3:20 Jóhannes
Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað.
Jóhannes 3:21 Jóhannes
Men tann, ið ger sannleikan, kemur til ljósið, fyri at verk hansara kunnu verða opinberað – at tey eru gjørd í Gudi.“
Jóhannes 3:22 Jóhannes
Eftir hetta fóru Jesus og lærisveinar Hansara um Judealand, og Hann var har við teimum og doypti.
Jóhannes 3:23 Jóhannes
Men eisini Jóhannes doypti, í Enon, stutt frá Salim, tí har var nógv vatn; fólkið kom hagar og læt seg doypa.
Jóhannes 3:24 Jóhannes
Tí tá var Jóhannes enn ikki settur í fangahús.
Jóhannes 3:25 Jóhannes
Nú varð stríð millum lærisveinar Jóhannesar og ein Jøda um reinsan.
Jóhannes 3:26 Jóhannes
Og teir komu til Jóhannes og søgdu við hann: „Rabbi! Hann, sum var hjá tær hinumegin Jordan, Hann, sum tú gavst vitnisburð – nú doypir Hann, og øll koma til Hansara!“
Jóhannes 3:27 Jóhannes
Jóhannes svaraði: „Menniskjað kann einki fáa, uttan tað er givið tí av Himli.
Jóhannes 3:28 Jóhannes
Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: „Eg eri ikki Kristus, men eg eri sendur út undan Honum.“
Jóhannes 3:29 Jóhannes
Tann, ið hevur brúðrina, er brúðgómurin; men vinur brúðgómsins, sum stendur og lurtar eftir Honum, gleðist stórliga við rødd brúðgómsins. Henda gleði mín er nú vorðin fullkomin.
Jóhannes 3:30 Jóhannes
Hann skal vaksa, og eg skal minka.
Jóhannes 3:31 Jóhannes
Hann, sum kemur omanífrá, er yvir øllum; hann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; Hann, sum kemur av Himli, er yvir øllum.
Jóhannes 3:32 Jóhannes
Tað, ið Hann hevur sæð og hoyrt, vitnar Hann, og eingin tekur ímóti vitnisburði Hansara.
Jóhannes 3:33 Jóhannes
Tann, sum tekur ímóti vitnisburði Hansara, hevur staðfest, at Gud er sannorðaður.
Jóhannes 3:34 Jóhannes
Tí Hann, sum Gud hevur sent, talar orð Guds; Gud gevur ikki Andan eftir máli.
Jóhannes 3:35 Jóhannes
Faðirin elskar Sonin og hevur givið Honum alt í hond.
Jóhannes 3:36 Jóhannes
Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“
Jóhannes 19:30 Jóhannes
Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: „Tað er fullgjørt!“ So boygdi Hann høvdið og gav upp andan.