lokning
52 versir um "lokning"
Versir
Síða 1 av 2Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Ápostlasøgan 2:1 Ápostlasøgan
Táið nú hvítusunnudagur kom, vóru tey øll komin saman á einum staði.
Ápostlasøgan 2:2 Ápostlasøgan
Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í.
Ápostlasøgan 2:3 Ápostlasøgan
Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra.
Ápostlasøgan 2:4 Ápostlasøgan
Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga.
Ápostlasøgan 2:5 Ápostlasøgan
Nú búðu í Jerusalem Jødar, menn, sum óttaðust Gud, av øllum fólkasløgum undir himli.
Ápostlasøgan 2:6 Ápostlasøgan
Táið hetta ljóð kom, streymaði hópurin saman, og tey vistu ikki, hvat tey skuldu hugsa; tí tey hoyrdu hvør sítt egna mál talað av teimum.
Ápostlasøgan 2:7 Ápostlasøgan
Tey vórðu øll ovfarin og undraðust og søgdu: „Hyggið, eru ikki allir hesir, ið tala, Galilearar?
Ápostlasøgan 2:8 Ápostlasøgan
Hvussu ber tað tá til, at vit hoyra teir tala, hvør okkara egna mál, sum vit eru fødd í?
Ápostlasøgan 2:9 Ápostlasøgan
Vit, Partar, Medar og Elamitar, vit, sum búgva í Mesopotamia, Judea, Kappadokia, Pontus og Asia,
Ápostlasøgan 2:10 Ápostlasøgan
í Frýgia, Pamfýlia, Egyptalandi og landspørtum Libya við Kýrene, og vit úr Róm, sum her búgva,
Ápostlasøgan 2:11 Ápostlasøgan
bæði Jødar og trúskiftingar*, Kretar og Arabarar – vit hoyra teir tala um stóru verk Guds á tungumálum okkara!“
Ápostlasøgan 2:12 Ápostlasøgan
Tey vórðu øll ovfarin og vistu ikki, hvat tey skuldu hugsa. Og tey søgdu hvørt við annað: „Hvat kann hetta vera?“
Ápostlasøgan 2:13 Ápostlasøgan
Onnur søgdu spottandi: „Teir eru fullir av søtum víni!“
Ápostlasøgan 2:14 Ápostlasøgan
Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, tók til orða og talaði til teirra: „Tit jødisku menn og øll tit, sum í Jerusalem búgva! Hetta veri tykkum kunnigt – lurtið eftir orðum mínum!
Ápostlasøgan 2:15 Ápostlasøgan
Hesir eru ikki druknir, sum tit halda – tað er jú triði tímin á deginum!
Ápostlasøgan 2:16 Ápostlasøgan
Nei, hetta er tað, sum sagt er við Jóel profeti:
Ápostlasøgan 2:17 Ápostlasøgan
„So skal verða á síðstu døgum“ – sigur Gud – „at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar.
Ápostlasøgan 2:18 Ápostlasøgan
Ja, um tað so eru trælir Mínir og trælkvinnur Mínar, skal Eg á teimum døgum úthella av Anda Mínum yvir tey, og tey skulu profetera.
Ápostlasøgan 2:19 Ápostlasøgan
Eg skal lata undur henda á himli uppi og tekin á jørðini niðri, blóð, eld og roykskýggj.
Ápostlasøgan 2:20 Ápostlasøgan
Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri.
Ápostlasøgan 2:21 Ápostlasøgan
Og so skal verða, at hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“
Ápostlasøgan 2:22 Ápostlasøgan
Tit menn av Ísrael, hoyrið hesi orð! Jesus úr Nazaret, mann, ið av Gudi varð prógvaður fyri tykkum við kraftargerðum, undrum og teknum, sum Gud við Honum gjørdi mitt ímillum tykkara – so sum tit sjálvir vita –
Ápostlasøgan 2:23 Ápostlasøgan
Hann, sum eftir fyriskipaða ráði Guds og fyrivitan Hansara varð svikin, Hann drópu tit – krossfestu Hann við hondum lógloysinga.
Ápostlasøgan 2:24 Ápostlasøgan
Men Gud reisti Hann upp, við tað at Hann gjørdi enda á kvølum deyðans; tí ikki var møguligt, at Hann kundi verða hildin av honum.
Ápostlasøgan 2:25 Ápostlasøgan
Dávid sigur jú um Hann: „Eg hevði altíð Harran fyri eygum Mínum; tí Hann er við høgru hond Mína, so Eg skal ikki vikast.
Ápostlasøgan 2:26 Ápostlasøgan
Tí gleddist hjarta Mítt, og tunga Mín fegnaðist, ja, enntá hold Mítt skal hvíla í vón.
Ápostlasøgan 2:27 Ápostlasøgan
Tí Tú skalt ikki lata sál Mína eftir í deyðaríkinum, ei heldur lata hin Heilaga Tín síggja rot.
Ápostlasøgan 2:28 Ápostlasøgan
Tú hevur kunngjørt Mær vegir lívsins, Tú skalt fylla Meg við gleði fyri ásjón Tíni.“
Ápostlasøgan 2:29 Ápostlasøgan
Tit menn, brøður! Eg kann frítt siga við tykkum um ættarfaðirin Dávid, at hann bæði doyði og varð jarðaður – og grøv hansara er hjá okkum líka til henda dag.
Ápostlasøgan 2:30 Ápostlasøgan
Við tað at hann nú var profetur og visti, at Gud við eiði hevði svorið honum, at Hann av frukt lenda hansara skuldi seta ein í hásæti hansara,
Ápostlasøgan 2:31 Ápostlasøgan
so talaði hann framsíggin um uppreisn Kristusar, at hvørki varð Hann latin eftir í deyðaríkinum, ei heldur sá hold Hansara rot.
Ápostlasøgan 2:32 Ápostlasøgan
Henda Jesus reisti Gud upp – sum vit allir eru vitni um.
Ápostlasøgan 2:33 Ápostlasøgan
Eftir at Hann nú er settur høgt við høgru hond Guds og frá Faðirinum hevur fingið Heilaga Andan, sum lovaður var, hevur Hann úthelt Hann – sum tit bæði síggja og hoyra.
Ápostlasøgan 2:34 Ápostlasøgan
Tí Dávid fór ikki upp til Himmals; nei, hann sigur sjálvur: „Harrin segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína,
Ápostlasøgan 2:35 Ápostlasøgan
inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar, fótum Tínum til skammul!““
Ápostlasøgan 2:36 Ápostlasøgan
Tí skal alt hús Ísraels við óbrigdiligari vissu vita, at Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu.“
Ápostlasøgan 2:37 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: „Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?“
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Ápostlasøgan 2:39 Ápostlasøgan
Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar.“
Ápostlasøgan 2:40 Ápostlasøgan
Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: „Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!“
Ápostlasøgan 2:41 Ápostlasøgan
Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um 3000 sálir.
Ápostlasøgan 2:42 Ápostlasøgan
Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.
Ápostlasøgan 2:43 Ápostlasøgan
Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum.
Ápostlasøgan 2:44 Ápostlasøgan
Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi;
Ápostlasøgan 2:45 Ápostlasøgan
ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi.
Ápostlasøgan 2:46 Ápostlasøgan
Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyðið heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfaldi hjartans;