lógin

11 versir um "lógin"

Versir

Síða 1 av 1
Galatiabrævið 3:24 Galatiabrævið

Soleiðis er lógin vorðin tyktari okkara – til Kristus, fyri at vit skuldu verða rættvísgjørd við trúgv.

3
Matteus 5:17 Matteus

Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma.

2
Matteus 5:18 Matteus

Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Inntil Himmal og jørð forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent.

2
Matteus 5:19 Matteus

Hvør tann, sum tí brýtur eitt hitt minsta av hesum boðum og lærir menniskju so, skal kallast hin minsti í ríki Himmiríkis; men tann, ið heldur tey og lærir tey, skal kallast stórur í ríki Himmiríkis.

2
Rómverjabrævið 3:20 Rómverjabrævið

Tí einki hold verður rættvísgjørt fyri Honum av lógverkum; við lógini kemur sannan av synd.

2
Rómverjabrævið 7:7 Rómverjabrævið

Hvat skulu vit tá siga? Er lógin synd? Minni enn so! Men eg kendi ikki syndina uttan við lógini. Eg hevði ikki kent girndina, um lógin ikki segði: „Tú mást ikki girnast.“

2
Rómverjabrævið 7:12 Rómverjabrævið

So er tá lógin heilag, og boðið er heilagt, rættvíst og gott.

2
Rómverjabrævið 10:4 Rómverjabrævið

Tí Kristus er endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr.

2
Galatiabrævið 2:16 Galatiabrævið

men av tí at vit vita, at menniskjað verður ikki rættvísgjørt av lógverkum, men við trúgv á Jesus Kristus, so hava vit eisini trúð á Kristus Jesus, fyri at vit kundu verða rættvísgjørdir við trúgv á Kristus og ikki av lógverkum; tí av lógverkum verður einki hold rættvísgjørt.

2
Jákupsbrævið 2:10 Jákupsbrævið

Tí tann, ið heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekur í øllum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.

2