lóg og náði
13 versir um "lóg og náði"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 6:14 Rómverjabrævið
Tí synd skal ikki ráða yvir tykkum – tit eru jú ikki undir lóg, men undir náði.
Rómverjabrævið 10:4 Rómverjabrævið
Tí Kristus er endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr.
Jóhannes 1:17 Jóhannes
Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi.
Rómverjabrævið 3:19 Rómverjabrævið
– Nú vita vit, at alt, ið lógin sigur, talar hon til teirra, sum undir lógini eru, fyri at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Gudi.
Rómverjabrævið 3:31 Rómverjabrævið
Gera vit tá við trúnni lógina til einkis! Minni enn so! Nei, vit staðfesta lógina!
Rómverjabrævið 7:4 Rómverjabrævið
Soleiðis – brøður mínir – doyðu eisini tit frá lógini við likami Kristusar, fyri at tit skulu hoyra einum øðrum til, Honum, ið risin er upp frá hinum deyðu, so vit kunnu bera Gudi ávøkst.
Rómverjabrævið 7:6 Rómverjabrævið
Men nú eru vit loyst frá lógini, við tað at vit eru deyð frá tí, sum fyrr helt okkum fangað, so at vit tæna á nýggja hátt andans og ikki á gamla hátt bókstavsins.
Rómverjabrævið 7:7 Rómverjabrævið
Hvat skulu vit tá siga? Er lógin synd? Minni enn so! Men eg kendi ikki syndina uttan við lógini. Eg hevði ikki kent girndina, um lógin ikki segði: „Tú mást ikki girnast.“
Rómverjabrævið 7:12 Rómverjabrævið
So er tá lógin heilag, og boðið er heilagt, rættvíst og gott.
Galatiabrævið 3:10 Galatiabrævið
Tí so mong sum halda seg til lógverk, eru undir banni; skrivað er jú: „Bannaður er hvør tann, sum ikki verður verandi í øllum tí, sum skrivað er í lógbókini, so hann ger tað.“
Galatiabrævið 5:18 Galatiabrævið
Og verða tit leiddir av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Jákupsbrævið 2:10 Jákupsbrævið
Tí tann, ið heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekur í øllum.