lóg Gamla Testaments
17 versir um "lóg Gamla Testaments"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 7:6 Rómverjabrævið
Men nú eru vit loyst frá lógini, við tað at vit eru deyð frá tí, sum fyrr helt okkum fangað, so at vit tæna á nýggja hátt andans og ikki á gamla hátt bókstavsins.
Hebrearabrævið 8:13 Hebrearabrævið
– Táið Hann sigur: „Nýggjan“ – hevur Hann dømt hin fyrra at vera gamlan; men tað, sum gamalt verður og eldist, er tætt við at hvørva.
Matteus 5:17 Matteus
Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma.
Matteus 5:18 Matteus
Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Inntil Himmal og jørð forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent.
Jeremias 31:31 Jeremias
Dagar koma – sigur HARRIN – táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda,
Jeremias 31:32 Jeremias
ikki sáttmála sum hann, ið Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra til at leiða teir út av Egyptalandi – sáttmálan við Meg, sum teir brutu, tóat Eg var rætti Harri teirra – sigur HARRIN.
Jeremias 31:33 Jeremias
Nei, hetta er sáttmálin, ið Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagarnar – sigur HARRIN: Eg skal leggja lóg Mína í sinni teirra og skriva hana í hjarta teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.
Jeremias 31:34 Jeremias
Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: „Kenn HARRAN!“ Tí tey skulu øll kenna Meg, bæði smá og stór – sigur HARRIN – tí Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra.
Lukas 24:44 Lukas
Og Hann segði við teir: „Hetta eru orð Míni, sum Eg talaði við tykkum, meðan Eg enn var hjá tykkum, at alt mátti ganga út, sum skrivað er um Meg í Móselóg, profetunum og sálmunum.“
Rómverjabrævið 7:7 Rómverjabrævið
Hvat skulu vit tá siga? Er lógin synd? Minni enn so! Men eg kendi ikki syndina uttan við lógini. Eg hevði ikki kent girndina, um lógin ikki segði: „Tú mást ikki girnast.“
Rómverjabrævið 10:4 Rómverjabrævið
Tí Kristus er endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr.
Galatiabrævið 5:14 Galatiabrævið
Tí øll lógin er uppfylt í einum orði, í hesum: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Jákupsbrævið 2:10 Jákupsbrævið
Tí tann, ið heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekur í øllum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí vita vit, at vit kenna Hann – av, at vit halda boð Hansara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið sigur: „Eg kenni Hann!“ – og heldur ikki boð Hansara – hann er lygnari, og í honum er sannleikin ikki.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið heldur orð Hansara, í honum er av sonnum kærleiki Guds vorðin fullkomin. – Av hesum vita vit, at vit eru í Honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:6 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið sigur seg verða verandi í Honum, er eisini bundin at hava somu atferð sum Hann.