læknar

16 versir um "læknar"

Versir

Síða 1 av 1
Jeremias 8:22 Jeremias

Er tá einki balsam í Gilead? Er eingin lækni har? Ella hví er ikki umbundið hjá dóttur fólks Míns?

4
Matteus 9:12 Matteus

Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!

4
Markus 2:17 Markus

Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“

4
Job 13:4 Job

Men tit spinna saman lygn, vánalæknar eru tit allir sum ein.

3
Fyrsta Mósebók 50:2 Fyrsta Mósebók

So segði Jósef við læknarnar, sum vóru millum tænarar hansara, at teir skuldu balsamera faðir hansara. Læknarnir balsameraðu tá Ísrael.

2
Seinna Krønikubók 16:12 Seinna Krønikubók

Níggjunda og tríatiunda árið ið hann sat við stýrið, varð Asa sjúkur í fótunum, og sjúka hansara versnaði í hvørjum; men heldur ikki í sjúkdómi sínum søkti hann HARRAN, nei, hann fór til læknarnar.

2
Orðtøkini 17:22 Orðtøkini

Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.

2
Markus 5:25 Markus

Nú var kvinna, sum hevði havt blóðsótt í tólv ár.

2
Markus 5:26 Markus

Hon hevði útstaðið nógv av mongum læknum; alt, ið hon átti, hevði hon latið afturfyri, og onga hjálp hevði hon fingið, men var heldur versnað.

2
Lukas 5:17 Lukas

Nú var tað, ein dagin Hann lærdi; har sótu Farisearar og lóglærarar, sum komnir vóru úr hvørji bygd í Galilea og Judea og úr Jerusalem; og kraft Harrans til at grøða var hjá Honum.

2
Lukas 5:31 Lukas

Tá svaraði Jesus teimum: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!

2
Ápostlasøgan 19:11 Ápostlasøgan

Gud gjørdi við hondum Paulusar størri kraftargerðir enn vanligt,

2
Ápostlasøgan 19:12 Ápostlasøgan

so at enntá sveittadúkar og fyriklæði, sum verið høvdu á likami hansara, vórðu borin til hini sjúku; sjúkurnar viku tá frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út.

2
Kolossibrævið 4:14 Kolossibrævið

Lukas, læknin, hin elskaði, og Demas lata heilsa tykkum.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 5:23 Fyrra Timoteusarbrævið

Drekk ikki longur bert vatn, nei, njót eitt sindur av víni fyri maga tín og tað, sum javnan bagir tær!

2
Jákupsbrævið 5:14 Jákupsbrævið

Er nakar av tykkum sjúkur – hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.

2