ljúvligur / lunkaður (andalig kuldi)
28 versir um "ljúvligur / lunkaður (andalig kuldi)"
Versir
Síða 1 av 1Opinberingin 3:16 Opinberingin
Men nú, við tað at tú ert flógv og hvørki køld ella heit, skal Eg spýggja teg út úr munni Mínum.
Opinberingin 3:15 Opinberingin
Eg veit um verk tíni, at tú ert hvørki køld ella heit – hevði tú verið køld ella heit!
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Fyrra Pætursbrævið 2:16 Fyrra Pætursbrævið
sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.
Opinberingin 3:14 Opinberingin
Skriva til eingil samkomunnar í Laodikea: „Hetta sigur Hann, sum er amen, hitt trúverda og sannorðaða vitni, upphav skapnings Guds:
Opinberingin 3:17 Opinberingin
Tú sigur jú: „Eg eri rík og havi yvirflóð, mær fattast einki!“ – og veitst ikki, at tú ert hin arma, ússaliga, fátæka, blinda og nakna!
Opinberingin 3:18 Opinberingin
Eg ráði tær tí, at tú frá Mær keypir gull, gløtt í eldi, so tú kanst verða rík, og hvít klæði, so tú kanst lata teg í tey, og skomm nakinleika tíns skal ikki verða opinber, og eygnasalvu at salva eygu tíni við, so tú kanst síggja.
Opinberingin 3:19 Opinberingin
Øll, ið Eg elski, revsi og tykti Eg; tak tí álvara í teg og vend við!
Opinberingin 3:20 Opinberingin
Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær.
Opinberingin 3:21 Opinberingin
Tann, ið sigrar, honum skal Eg veita at sita hjá Mær í hásæti Mínum, eins og Eg havi sigrað og sett Meg hjá Faðir Mínum í hásæti Hansara.
Opinberingin 3:22 Opinberingin
Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!““
Ápostlasøgan 4:12 Ápostlasøgan
Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“
Titusarbrævið 1:16 Titusarbrævið
Tey siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann við verkum sínum; tí tey eru andstyggilig og ólýðin og duga einki gott verk til.
Hebrearabrævið 5:11 Hebrearabrævið
Um hetta hava vit nógv at siga, og tað er torført at útleggja, av tí at tit eru vorðin trek at hoyra.
Hebrearabrævið 5:12 Hebrearabrævið
Tí hóast tit – eftir tíðini – áttu at verið lærarar, tørvar tykkum aftur, at onkur lærir tykkum hinar fyrstu grundir í orði Guds, og tit eru vorðin slík, sum mugu fáa mjólk, ikki mat.
Opinberingin 3:1 Opinberingin
„Skriva til eingil samkomunnar í Sardes: „Hetta sigur Hann, sum hevur hinar sjey andar Guds og hinar sjey stjørnur: Eg veit um verk tíni – tú eitist at liva, men tú ert deyð.
Opinberingin 3:2 Opinberingin
Vakna og styrk hitt, sum annars fer at doyggja! Tí Eg havi ikki funnið verk tíni fullkomin fyri Gudi Mínum.
Opinberingin 3:3 Opinberingin
Minst tí, hvussu tú tókst ímóti og hoyrdi, varðveit tað og vend við! Vakir tú nú ikki, skal Eg koma sum tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvønn tíma Eg komi á teg.
Opinberingin 3:4 Opinberingin
Tó kunnu nevnast nøkur fá hjá tær í Sardes, sum ikki hava dálkað klæði síni, og tey skulu ganga við Mær í hvítum klæðum; tí tey eru tað verd.
Opinberingin 3:5 Opinberingin
Tann, ið sigrar, skal soleiðis verða latin í hvít klæði, og Eg skal ikki strika navn hansara út úr bók lívsins; Eg skal kennast við navn hansara fyri Faðir Mínum og fyri einglum Hansara.
Opinberingin 3:6 Opinberingin
Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!“
Opinberingin 3:7 Opinberingin
Skriva til eingil samkomunnar í Filadelfia: „Hetta sigur hin heilagi, hin sannorðaði, sum hevur lykil Dávids, sum letur upp – og eingin letur aftur, sum letur aftur – og eingin letur upp:
Opinberingin 3:8 Opinberingin
Eg veit um verk tíni. Hygg, Eg havi framman fyri tær sett dyr opnar, sum eingin fær latið aftur. Tí tú hevur lítla kraft, og tó hevur tú varðveitt orð Mítt og ikki avnoktað navn Mítt.
Opinberingin 3:9 Opinberingin
Eg lati nakrar úr sýnagogu Satans koma, sum siga seg vera Jødar og eru tað ikki, men lúgva. Eg skal gera, at teir skulu koma og falla niður fyri føtur tínar og sanna, at Eg havi fingið kærleika til tín!
Opinberingin 3:10 Opinberingin
Aftur fyri at tú hevur aktað eftir orði Mínum um tol, skal eisini Eg bjarga tær úr freistingarstundini, ið koma skal á alt jarðarríki at freista tey, sum á jørðini búgva.
Opinberingin 3:11 Opinberingin
Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!
Opinberingin 3:12 Opinberingin
Tann, ið sigrar, skal Eg gera til stuðul í templi Guds Míns, og hann skal aldri aftur fara út haðani; og Eg skal skriva á hann navn Guds Míns, navn staðar Guds Míns, hins nýggja Jerusalems, sum kemur niður av Himli frá Gudi Mínum, og navn Mítt, hitt nýggja.
Opinberingin 3:13 Opinberingin
Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!“