ljós

15 versir um "ljós"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 8:12 Jóhannes

Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: „Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.“

5
Jóhannes 1:5 Jóhannes

Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki.

4
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir

Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.

3
Matteus 5:16 Matteus

Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

3
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið

Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:5 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hetta er boðskapurin, ið vit hava hoyrt frá Honum og kunngera tykkum, at Gud er ljós, og einki myrkur er í Honum.

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:7 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men liva vit í ljósinum – eins og Hann er í ljósinum – so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.

3
Fyrsta Mósebók 1:3 Fyrsta Mósebók

Gud segði: „Verði ljós!“ Og ljós varð.

2
Sálmarnir 27:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. HARRIN er ljós mítt og frelsa mín – hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt – hvønn skal eg ræðast!

2
Sálmarnir 119:130 Sálmarnir

Táið orð Tíni verða upplatin, geva tey ljós; tey geva einfaldum vit.

2
Matteus 5:14 Matteus

Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki.

2
Jóhannes 9:5 Jóhannes

So leingi sum Eg eri í heiminum, eri Eg ljós heimsins.“

2
Seinna Korintbrævið 4:6 Seinna Korintbrævið

Tí Gud, sum beyð, at ljós skuldi skína fram úr myrkri, er tann, ið hevur latið tað skína í hjørtum okkara, fyri at kunnskapurin um dýrd Guds í ásjón Jesu Krists skuldi lýsa fram.

2
Efesusbrævið 5:8 Efesusbrævið

Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!

2
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið

Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.

2