lívsins tre

32 versir um "lívsins tre"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 2:9 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN læt upp av jørðini vaksa alskyns trø, sum vóru eygunum ein lystur og góð at eta av, eisini træ lívsins, sum stóð mitt í urtagarðinum, og træið til kunnskap um gott og ilt.

5
Fyrsta Mósebók 3:22 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN segði: „Hygg, menniskjan er vorðin sum ein av Okkum, so at hon kennir gott og ilt! Bert hon nú ikki rættir út hondina og tekur av træi lívsins við og etur – og livir í allar ævir!“

5
Fyrsta Mósebók 3:23 Fyrsta Mósebók

So koyrdi Gud HARRIN hana út úr urtagarðinum Eden og setti hana at dýrka jørðina, sum hon var tikin úr.

5
Fyrsta Mósebók 3:24 Fyrsta Mósebók

Hann rak menniskjuna út, og eystan fyri urtagarðin Eden setti Hann kerúbarnar við hinum logandi svørði, sum vendir sær í allar ættir at halda vakt yvir vegnum til lívsins træ.

5
Orðtøkini 13:12 Orðtøkini

At vænta leingi ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er lívsins træ.

5
Opinberingin 2:7 Opinberingin

Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! – Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva at eta av træi lívsins, sum er í Paradísi Guds.“

5
Opinberingin 22:1 Opinberingin

Hann vísti mær nú lívsvatnsánna, skínandi sum krystall; hon rann út frá hásæti Guds og lambsins.

5
Opinberingin 22:2 Opinberingin

Mitt á gøtu staðarins og báðumegin ánna var træ lívsins, sum bar tólv ferðir ávøkst – hvønn mánað gav tað ávøkst sín; bløð træsins vóru tjóðunum til grøðing.

5
Opinberingin 22:3 Opinberingin

Einki bann skal vera longur. Hásæti Guds og lambsins skal vera í honum, og tænarar Hansara skulu tæna Honum.

5
Opinberingin 22:4 Opinberingin

Teir skulu síggja ásjón Hansara, og navn Hansara skal vera á pannum teirra.

5
Opinberingin 22:5 Opinberingin

Nátt skal ikki vera longur; og teimum tørvar ikki lampuljós ella sólarljós; tí Gud Harrin skal lýsa yvir teimum, og teir skulu vera kongar í aldur og allar ævir.

5
Opinberingin 22:6 Opinberingin

Hann segði við meg: „Hesi orð eru trúverd og sonn; og Harrin, Gud anda profetanna, hevur sent eingil Sín at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt fer at henda.

5
Opinberingin 22:7 Opinberingin

Eg komi skjótt! Sælur er tann, ið heldur fast við profetorðini í hesi bók!“

5
Opinberingin 22:8 Opinberingin

Eg, Jóhannes, var tann, ið hoyrdi og sá hetta. Táið eg hevði hoyrt og sæð, fall eg niður at tilbiðja fyri fótum eingilsins, ið vísti mær hetta.

5
Opinberingin 22:9 Opinberingin

Men hann segði við meg: „Ger ikki so! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, profetanna, og teirra, sum halda fast við orðini í hesi bók. Gud skalt tú tilbiðja!“

5
Opinberingin 22:10 Opinberingin

Hann segði við meg: „Tú skalt ikki innsigla profetorðini í hesi bók; tí tíðin er nær.

5
Opinberingin 22:11 Opinberingin

Tann, ið ger órætt, haldi áfram at gera órætt, hin óreini dálki seg enn sum áður, hin rættvísi haldi áfram at gera rættvísi, og hin heilagi verði halgaður enn sum áður!

5
Opinberingin 22:12 Opinberingin

Eg komi skjótt, og løn Mín er við Mær til at lata ein og hvønn fáa, eftir sum verk hansara er.

5
Opinberingin 22:13 Opinberingin

Eg eri alfa og omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin.

5
Opinberingin 22:14 Opinberingin

Sæl eru tey, sum tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini ganga inn í staðin!

5
Opinberingin 22:15 Opinberingin

Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir, manndrápararnir, avgudadýrkararnir og ein og hvør, ið elskar lygn og gongur við lygn.

5
Opinberingin 22:16 Opinberingin

Eg, Jesus, havi sent eingil Mín at vitna hetta fyri tykkum um samkomurnar. Eg eri rótskot og ætt Dávids, hin bjarta morgunstjørna.

5
Opinberingin 22:17 Opinberingin

Andin og brúðurin siga: „Kom!“ Tann, ið hoyrir, sigi: „Kom!“ Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!“

5
Opinberingin 22:18 Opinberingin

Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók.

5
Opinberingin 22:19 Opinberingin

Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.

5
Opinberingin 22:20 Opinberingin

Hann, sum vitnar hetta, sigur: „Ja, Eg komi skjótt!“ Amen! Kom, Harri Jesus!

5
Opinberingin 22:21 Opinberingin

Náði Harrans Jesusar veri við øllum!

5
Orðtøkini 3:18 Orðtøkini

Hann er teimum lívsins træ, sum grípa hann, og lukkuligur tann, ið ikki sleppir honum!

3
Orðtøkini 15:4 Orðtøkini

Spakfør tunga er træ lívsins, men rangvørg tunga særir hjartað.

3
Fyrsta Mósebók 2:17 Fyrsta Mósebók

uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“

2
Ezekiel 47:12 Ezekiel

Við ánna skulu – á báðum áarbakkum – vaksa upp alskyns frukttrø; bløð teirra skulu ikki følna, og tey skulu ikki geva uppat at bera ávøkst; hvønn mánað skulu tey bera nýggjan ávøkst; tí vatnið til teirra gongur út úr halgidóminum. Og ávøkstur teirra skal vera til føði, og bløð teirra til heilsubót.“

2
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

2