liviháttur menniskjanna
75 versir um "liviháttur menniskjanna"
Versir
Síða 2 av 2Seinna Korintbrævið 4:4 Seinna Korintbrævið
– har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum.
Jóhannes 17:17 Jóhannes
Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.
Filippibrævið 4:1 Filippibrævið
Brøður mínir, sum eg elski, og sum mær leingist eftir, gleði mín og kransur mín, standið tí soleiðis fastir í Harranum, tit elskaðu!
Filippibrævið 4:2 Filippibrævið
Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum;
Filippibrævið 4:3 Filippibrævið
ja, eg biði teg við, tú, sum av røttum bert navnið Synzygus:* Kom teimum til hjálpar! Tí tær hava strítt saman við mær í evangeliinum, og somuleiðis Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær, tey, hvørja nøvn standa í bók lívsins.
Filippibrævið 4:4 Filippibrævið
Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist!
Filippibrævið 4:5 Filippibrævið
Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Filippibrævið 4:9 Filippibrævið
Tað, sum tit eisini hava lært og tikið við og hoyrt og sæð hjá mær – gerið tað, so skal Gud friðarins vera við tykkum!
Filippibrævið 4:10 Filippibrævið
Tað hevur verið mær stór gleði í Harranum, at nú endiliga aftur stendur so væl til hjá tykkum, at tit hava fingið hugsað um hjálp til mín. Ikki tí, tit hugsaðu um tað áður við, men tykkum bar ikki til.
Filippibrævið 4:11 Filippibrævið
– Hetta sigi eg ikki av trongd; tí eg havi lært at lata vera mær nóg mikið – tað, sum eg havi.
Filippibrævið 4:12 Filippibrævið
Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd.
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Filippibrævið 4:14 Filippibrævið
Tó gjørdu tit væl í at taka lut í trongd míni.
Filippibrævið 4:15 Filippibrævið
Tit vita jú eisini sjálvir, Filippimenn, at í fyrstu tíð evangeliums, táið eg fór avstað úr Makedonia, hevði eingin samkoma rokning við meg um givið og móttikið, uttan bert tit.
Filippibrævið 4:16 Filippibrævið
Tí eisini í Tessalonika sendu tit mær bæði eina ferð og tvær ferðir tað, sum mær tørvaði.
Filippibrævið 4:17 Filippibrævið
Tað er ikki tað, at eg trái eftir gávuni; nei, eg trái eftir ávøkstinum, ið ríkliga kemur tykkum til góða.
Filippibrævið 4:18 Filippibrævið
Nú havi eg nóg mikið av øllum og havi yvirflóð; mær trýtur ikki, nú eg við Epafroditusi havi fingið gávu tykkara – yndisligan anga, offur, fagnað av Gudi og Honum til gleði.
Filippibrævið 4:19 Filippibrævið
Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.
Filippibrævið 4:20 Filippibrævið
Honum, Gudi og Faðir okkara, veri dýrdin í aldur og allar ævir! Amen.
Filippibrævið 4:21 Filippibrævið
Heilsið hvørjum heilagum í Kristi Jesusi!
Filippibrævið 4:22 Filippibrævið
Brøðurnir, ið hjá mær eru, lata heilsa tykkum. Øll hini heilagu lata heilsa tykkum, serliga tey, sum hoyra til hús keisarans.
Filippibrævið 4:23 Filippibrævið
Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara!