liviháttur menniskjanna

75 versir um "liviháttur menniskjanna"

Versir

Síða 1 av 2
Matteus 24:13 Matteus

Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.

16
Lukas 21:34 Lukas

Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart!

13
Lukas 21:35 Lukas

Tí eins og snerra skal hann koma á øll tey, sum á allari jørðini búgva.

13
Lukas 21:36 Lukas

Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“

13
Esaias 45:22 Esaias

Vendið tykkum til Mín og verðið frelst, allir endar jarðarinnar! Tí Eg eri Gud, og eingin annar!

9
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið

Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.

4
Fyrsta Mósebók 8:1 Fyrsta Mósebók

Men Gud mintist Nóa og øll tey villu dýrini og alt fæið, ið við honum vóru í ørkini. Gud læt ein vind blása yvir jørðina, so at vatnið fall;

3
Fyrsta Mósebók 8:2 Fyrsta Mósebók

keldurnar í tí stóra djúpinum og lúkurnar á himli lótust aftur, og regnið av himli sleit í.

3
Fyrsta Mósebók 8:3 Fyrsta Mósebók

Vatnið svann so við og við burtur av jørðini – vatnið fór at minka, táið 150 dagar vóru umlidnir.

3
Fyrsta Mósebók 8:4 Fyrsta Mósebók

Tann seytjanda í sjeynda mánaði stóð ørkin, á Áraratsfjøllum.

3
Fyrsta Mósebók 8:5 Fyrsta Mósebók

Vatnið helt á at minka inntil tíggjunda mánað; tann fyrsta í hesum mánaði komu fjallatindarnir undan.

3
Fyrsta Mósebók 8:6 Fyrsta Mósebók

Táið 40 dagar vóru gingnir, læt Nóa upp vindeygað, ið hann hevði gjørt á ørkina,

3
Fyrsta Mósebók 8:7 Fyrsta Mósebók

og sendi ravn út; hann fleyg aftur og fram, inntil vatnið var tornað burtur av jørðini.

3
Fyrsta Mósebók 8:8 Fyrsta Mósebók

Síðani sendi hann dúvu út fyri at vita, um vatnið var svunnið burtur av jørðini.

3
Fyrsta Mósebók 8:9 Fyrsta Mósebók

Men dúvan fann einki hvíldarstað fyri fót sín og kom tí aftur til hansara í ørkina – tí enn stóð øll jørðin undir vatni. Tá rætti hann út hondina og tók hana inn í ørkina til sín.

3
Fyrsta Mósebók 8:10 Fyrsta Mósebók

Hann steðgaði nú sjey dagar aftrat og sendi so eina ferð enn dúvuna út úr ørkini.

3
Fyrsta Mósebók 8:11 Fyrsta Mósebók

Móti kvøldi kom dúvan aftur til hansara og hevði tá í nevinum grønt blað av oljutræi; tá skilti Nóa, at vatnið var svunnið burtur av jørðini.

3
Fyrsta Mósebók 8:12 Fyrsta Mósebók

Hann steðgaði so uppaftur sjey dagar, og táið hann tá sendi dúvuna út, kom hon ikki aftur til hansara meir.

3
Fyrsta Mósebók 8:13 Fyrsta Mósebók

Tað árið ið Nóa var 601 ár, tann fyrsta í fyrsta mánaði, var vatnið tornað burtur av jørðini. Tá tók Nóa takið av ørkini og hugdi út og sá nú, at jørðin var turr.

3
Fyrsta Mósebók 8:14 Fyrsta Mósebók

Sjeynda og tjúgunda í øðrum mánaði var jørðin heilt turr.

3
Fyrsta Mósebók 8:15 Fyrsta Mósebók

Tá talaði Gud við Nóa og segði:

3
Fyrsta Mósebók 8:16 Fyrsta Mósebók

„Far út úr ørkini, tú og kona tín, synir tínir og sonarkonur tínar við tær!

3
Fyrsta Mósebók 8:17 Fyrsta Mósebók

Øll dýrini, ið hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fæ og øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, skalt tú lata fara út við tær, fyri at jørðin kann verða full av teimum, og tey kunnu vera fruktbør og vaksa í tali á jørðini.“

3
Fyrsta Mósebók 8:18 Fyrsta Mósebók

Tá fór Nóa út, og synir hansara, kona hansara og sonarkonur hansara við honum.

3
Fyrsta Mósebók 8:19 Fyrsta Mósebók

Og øll dýrini, øll skriðdýrini, allir fuglarnir, alt tað, ið á jørðini rørist, hvørt eftir sínum slagi, fór út úr ørkini.

3
Fyrsta Mósebók 8:20 Fyrsta Mósebók

Nóa reisti nú HARRANUM altar, og hann tók av øllum teimum reinu dýrunum og av øllum teimum reinu fuglunum og ofraði brennioffur á altarinum.

3
Fyrsta Mósebók 8:21 Fyrsta Mósebók

Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: „Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú.

3
Fyrsta Mósebók 8:22 Fyrsta Mósebók

Hereftir skal, so leingi sum jørðin stendur, vár og heyst, kuldi og hiti, summar og vetur, dagur og nátt, aldri halda uppat.“

3
Sálmarnir 4:2 Sálmarnir

Svara mær, táið eg rópi, Tú Gud rættvísi mínar! Í trongd gjørdi Tú mær rúm – ver mær náðigur og hoyr bøn mína!

3
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið

Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.

3
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

3
Rómverjabrævið 12:3 Rómverjabrævið

Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv.

3
Rómverjabrævið 12:4 Rómverjabrævið

Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv,

3
Rómverjabrævið 12:5 Rómverjabrævið

soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars.

3
Rómverjabrævið 12:6 Rómverjabrævið

Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv,

3
Rómverjabrævið 12:7 Rómverjabrævið

ella – um tað er tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er lærari – eftir lærdóminum,

3
Rómverjabrævið 12:8 Rómverjabrævið

ella – um ein áminnir – eftir áminningini! Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga! Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni! Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði!

3
Rómverjabrævið 12:9 Rómverjabrævið

Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!

3
Rómverjabrævið 12:10 Rómverjabrævið

Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!

3
Rómverjabrævið 12:11 Rómverjabrævið

Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!

3
Rómverjabrævið 12:12 Rómverjabrævið

Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!

3
Rómverjabrævið 12:13 Rómverjabrævið

Takið tykkum av hinum heilagu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð!

3
Rómverjabrævið 12:14 Rómverjabrævið

Signið tey, sum liggja eftir tykkum, signið, og bannið ikki!

3
Rómverjabrævið 12:15 Rómverjabrævið

Gleðist við hinum glaðu, og grátið við teimum, ið gráta!

3
Rómverjabrævið 12:16 Rómverjabrævið

Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum!

3
Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið

Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!

3
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið

Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!

3
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið

Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“

3
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið

„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“

3
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið

Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!

3