liturin bláur
93 versir um "liturin bláur"
Versir
Síða 1 av 2Onnur Mósebók 24:10 Onnur Mósebók
Og teir sóu Gud Ísraels; undir fótum Hansara var sum gólv av safirsteini, so klárt sum himmalin sjálvur.
Fjórða Mósebók 15:38 Fjórða Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir, at teir mann eftir mann skulu gera sær duskar á hornini á klæðum sínum og seta blátt band á hvønn duskin!
Fjórða Mósebók 15:39 Fjórða Mósebók
Hesar duskar skulu tit hava, fyri at tit, táið tit hyggja á teir, skulu minnast øll boð HARRANS og halda tey og ikki lata tykkum villleiða av hjørtum tykkara ella eygum tykkara, sum lokka tykkum til trúleyst fráfall.
Fjórða Mósebók 15:40 Fjórða Mósebók
Tí Eg vil, at tit skulu minnast øll boð Míni og halda tey og vera heilag fyri Gudi tykkara.
Ezekiel 1:26 Ezekiel
Uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra, var nakað, ið sá út til at vera av safirsteini, og sum líktist hásæti; og uppi á hesum, ið líktist hásæti, var Ein, sum av útsjónd líktist menniskja.
Onnur Mósebók 28:31 Onnur Mósebók
Kápuna, ið hoyrir til lívkyrtilin, skalt tú gera úr bláum tógvi, alla sum hon er.
Onnur Mósebók 26:1 Onnur Mósebók
Tabernaklið skalt tú gera av 10 teppum av fínum, tvinnaðum líni og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi; tú skalt gera tey við kerúbum á, í listvevnaði.
Onnur Mósebók 26:2 Onnur Mósebók
Hvørt teppi skal vera 28 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini skulu hava sama mál.
Onnur Mósebók 26:3 Onnur Mósebók
Fimm av teppunum skulu skoytast saman til eitt, og á sama hátt hini fimm teppini.
Onnur Mósebók 26:4 Onnur Mósebók
Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, skalt tú seta lykkjur av bláum tógvi, og á sama hátt skalt tú seta lykkjur á jaðaran á tí ytsta teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
Onnur Mósebók 26:5 Onnur Mósebók
Tú skalt seta 50 lykkjur á annað teppið, og 50 lykkjur skalt tú seta á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum; lykkjurnar skulu sita hvør áraka aðra.
Onnur Mósebók 26:6 Onnur Mósebók
So skalt tú gera 50 krókar av gulli at halda teppunum saman við, so tabernaklið verður eitt samanhangandi tjald.
Onnur Mósebók 26:7 Onnur Mósebók
Framvegis skalt tú gera teppi av geitaull at tekja tabernaklið við; 11 slík teppi skalt tú gera.
Onnur Mósebók 26:8 Onnur Mósebók
Hvørt teppi skal vera 30 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini skulu hava sama mál.
Onnur Mósebók 26:9 Onnur Mósebók
5 av teppunum skalt tú skoyta saman fyri seg og hini 6 fyri seg; tað sætta teppið skalt tú leggja dupult á teirri síðu tekjunnar, ið fram vendir.
Onnur Mósebók 26:10 Onnur Mósebók
Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, skalt tú seta 50 lykkjur, og á sama hátt skalt tú seta 50 lykkjur í jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
Onnur Mósebók 26:11 Onnur Mósebók
So skalt tú gera 50 krókar av kopari og krøkja teir í lykkjurnar og soleiðis halda tekjuni saman, so hon verður ein heild.
Onnur Mósebók 26:12 Onnur Mósebók
Men viðvíkjandi tí, ið av loypur av tekjuteppunum – tí hálva teppinum, ið ov nógv er – so skal tað hanga niður av tabernaklinum fyri aftan.
Onnur Mósebók 26:13 Onnur Mósebók
Og hin eina alinin, ið tekjuteppini eru ov long báðumegin, skal hanga niður á báðar síður tabernakulsins at líva tí.
Onnur Mósebók 26:14 Onnur Mósebók
Uttan á tekjuna skalt tú uppaftur gera tak av reyðlitaðum veðraskinni, og uttan á tað eitt tak enn av sjókúskinni.
Onnur Mósebók 26:15 Onnur Mósebók
Plankarnar til tabernaklið skalt tú gera av akasiuviði; teir skulu standa upp og niður.
Onnur Mósebók 26:16 Onnur Mósebók
Hvør planki skal vera 10 alin høgur og hálvaaðru alin breiður.
Onnur Mósebók 26:17 Onnur Mósebók
Á hvørjum planka skulu vera tveir tappar, bundnir saman við lista; soleiðis skalt tú gera við allar plankar tabernakulsins.
Onnur Mósebók 26:18 Onnur Mósebók
Av plonkunum, ið tú gert til tabernaklið, skalt tú reisa 20 á tí síðuni, sum vendir móti suðri;
Onnur Mósebók 26:19 Onnur Mósebók
og 40 silvurstabbar skalt tú gera at seta undir teir 20 plankarnar, tveir stabbar undir hvønn planka at seta tapparnar í.
Onnur Mósebók 26:20 Onnur Mósebók
Aðrar 20 plankar skalt tú gera til hina síðu tabernakulsins, hana, ið vendir móti norðri,
Onnur Mósebók 26:21 Onnur Mósebók
og til teirra 40 silvurstabbar, tveir stabbar undir hvønn planka.
Onnur Mósebók 26:22 Onnur Mósebók
Til baksíðu tabernakulsins, móti vestri, skalt tú gera seks plankar,
Onnur Mósebók 26:23 Onnur Mósebók
og til hornini á hesi somu síðuni tveir plankar.
Onnur Mósebók 26:24 Onnur Mósebók
Teir skulu vera dupultir í neðra, og líkaleiðis báðir dupultir allan vegin upp, líka til fyrsta ringin; soleiðis skulu teir báðir vera. Teir skulu standa hvør á sínum horninum.
Onnur Mósebók 26:25 Onnur Mósebók
Til baksíðuna verða soleiðis átta plankar, við silvurstøbbunum, ið til hoyra, 16 støbbum, tveimum undir hvørjum planka.
Onnur Mósebók 26:26 Onnur Mósebók
So skalt tú gera tvørstengur av akasiuviði, fimm til plankarnar á aðrari síðu tabernakulsins,
Onnur Mósebók 26:27 Onnur Mósebók
fimm til plankarnar á hini síðu tabernakulsins, og fimm til plankarnar á baksíðu tabernakulsins, móti vestri.
Onnur Mósebók 26:28 Onnur Mósebók
Mittasta tvørstongin, hon, ið er mitt á plonkunum, skal ganga heilt tvørturum, úr enda í enda á bróstinum.
Onnur Mósebók 26:29 Onnur Mósebók
Plankarnar skalt tú klæða við gulli; og ringarnar á teimum, sum tvørstengurnar skulu stingast í, skalt tú gera av gulli; eisini tvørstengurnar skalt tú klæða við gulli.
Onnur Mósebók 26:30 Onnur Mósebók
Tú skalt reisa tabernaklið á rættan hátt, soleiðis sum tær varð víst á fjallinum.
Onnur Mósebók 26:31 Onnur Mósebók
Síðani skalt tú gera forhang av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal verða gjørt í listvevnaði, við kerúbum á.
Onnur Mósebók 26:32 Onnur Mósebók
Tað skalt tú heingja á fýra gullklæddar stólpar av akasiuviði við gullkrókum á, og sum standa á fýra silvurstøbbum.
Onnur Mósebók 26:33 Onnur Mósebók
So skalt tú heingja forhangið undir krókarnar.* Innan fyri forhangið skalt tú seta vitnisburðarørkina, og forhangið skal vera tykkum til at skilja millum hitt heilaga og hitt alraheilagasta.
Onnur Mósebók 26:34 Onnur Mósebók
Náðistólin skalt tú leggja á vitnisburðarørkina inni í hinum alraheilagasta.
Onnur Mósebók 26:35 Onnur Mósebók
Men borðið skalt tú seta uttan fyri forhangið og ljósastakan beint yvir av borðinum, við sunnaru síðu tabernakulsins; borðið skalt tú seta við norðaru síðu.
Onnur Mósebók 26:36 Onnur Mósebók
Til dyr tjaldsins skalt tú gera teppi av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal vera vovið í ymiskum litum.
Onnur Mósebók 28:1 Onnur Mósebók
„So skalt tú lata bróður tín, Áron, og synir hansara við honum stíga fram úr Ísraelsfólki og koma til tín, og tú skalt seta teir til prestar fyri Mær – Áron og synir Áron, Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
Onnur Mósebók 28:2 Onnur Mósebók
Og tú skalt gera bróður tínum, Áron, heilag klæði til heiður og prýði.
Onnur Mósebók 28:3 Onnur Mósebók
Tú skalt tala við allar menn, ið hava gott skil á listarverki, teir, ið Eg havi fylt við vísdómsanda, og teir skulu gera Áron klæðini, sum hann skal vera í, so hann kann verða halgaður at tæna Mær sum prestur.
Onnur Mósebók 28:4 Onnur Mósebók
Klæðini, ið teir skulu gera, eru hesi: Bringudúk, lívkyrtil, kápu, marglittan undirkyrtil, húgvu og belti; heilag klæði skulu teir gera Áron, bróður tínum, og sonum hansara, so teir kunnu vera prestar fyri Mær.
Onnur Mósebók 28:5 Onnur Mósebók
Til hetta skulu teir nýta gull, blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv og fínt lín.
Onnur Mósebók 28:6 Onnur Mósebók
Lívkyrtilin skulu teir gera av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni, í listvevnaði.
Onnur Mósebók 28:7 Onnur Mósebók
Hann skal hava tvey akslastykki, ið eru fest at honum, hvørt á sínum endanum; tey skulu vera at festa hann saman við.
Onnur Mósebók 28:8 Onnur Mósebók
Beltið, ið á honum skal sita og halda honum saman, skal vera áfast við hann og av sama slags toyi, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni.