litir: blátt
9 versir um "litir: blátt"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 24:10 Onnur Mósebók
Og teir sóu Gud Ísraels; undir fótum Hansara var sum gólv av safirsteini, so klárt sum himmalin sjálvur.
Fjórða Mósebók 15:38 Fjórða Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir, at teir mann eftir mann skulu gera sær duskar á hornini á klæðum sínum og seta blátt band á hvønn duskin!
Fjórða Mósebók 15:39 Fjórða Mósebók
Hesar duskar skulu tit hava, fyri at tit, táið tit hyggja á teir, skulu minnast øll boð HARRANS og halda tey og ikki lata tykkum villleiða av hjørtum tykkara ella eygum tykkara, sum lokka tykkum til trúleyst fráfall.
Fjórða Mósebók 15:40 Fjórða Mósebók
Tí Eg vil, at tit skulu minnast øll boð Míni og halda tey og vera heilag fyri Gudi tykkara.
Ezekiel 1:26 Ezekiel
Uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra, var nakað, ið sá út til at vera av safirsteini, og sum líktist hásæti; og uppi á hesum, ið líktist hásæti, var Ein, sum av útsjónd líktist menniskja.
Ester 8:15 Ester
Men Mordokai gekk út frá konginum í kongligum skrúði av bláum purpuri og hvítum líni, við stórari gullkrúnu og í kápu av fínum líni og reyðum purpuri; og býurin Susan rópti hart av gleði og var fróur.
Onnur Mósebók 28:31 Onnur Mósebók
Kápuna, ið hoyrir til lívkyrtilin, skalt tú gera úr bláum tógvi, alla sum hon er.
Seinna Krønikubók 3:14 Seinna Krønikubók
Forhangið gjørdi hann av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og hvítari bummull, og gjørdi kerúbar á tað.
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,