lít ikki blint á menniskju
10 versir um "lít ikki blint á menniskju"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 118:8 Sálmarnir
Betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á menniskju;
Mika 7:5 Mika
Trúgvið ongum, ið stendur tykkum nær, lítið á ongan vin! Fyri henni, sum liggur í favni tínum, mást tú varða dyr muns tíns!
Jeremias 17:5 Jeremias
So sigur HARRIN: Bannaður er tann maður, ið ger menniskju til álit sítt, ger hold til arm sín, og hvørs hjarta víkur frá HARRANUM.
Sálmarnir 118:9 Sálmarnir
betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á høvdingar.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Sálmarnir 40:3 Sálmarnir
Og Hann dró meg upp úr undirgangsgrøvini, úr hinum botnleysa díki, Hann setti føtur mínar á klett, gjørdi stig míni føst.
Sálmarnir 40:4 Sálmarnir
Og Hann legði í munn mín nýggjan song, lovsong til Gud okkara. – Mong síggja tað og óttast og seta lít sína til HARRAN.
Esaias 31:1 Esaias
Vei teimum, ið fara suður til Egyptalands eftir hjálp og seta álit sítt á hestar og líta á vagnar, fyri tað at teir eru mangir, og á hestmenn, fyri tað at teir eru nógvir í tali – men venda ikki eygum sínum til hin Heilaga Ísraels og søkja ikki HARRAN.
Galatiabrævið 6:3 Galatiabrævið
Tí um onkur heldur seg vera nakað og er tó einki, so dárar hann seg sjálvan.