list

55 versir um "list"

Versir

Síða 1 av 2
Esaias 64:8 Esaias

HARRI, ver ikki so út av lagi vreiður, minst ikki til ævigar tíðir misgerð! Nei, minst til, at vit eru fólk Títt øll somul!

14
Onnur Mósebók 35:35 Onnur Mósebók

Hann hevur fylt hjarta teirra við vísdómi at gera alskyns arbeiði við útskering og listveving, at veva toy í ymiskum litum av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni, somuleiðis til vanliga veving – skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði og upphugsa listarverk.“

10
Onnur Mósebók 35:30 Onnur Mósebók

Nú segði Móses við Ísraelsmenn: „Síggja tit, HARRIN hevur kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda,

6
Onnur Mósebók 35:31 Onnur Mósebók

og fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi, og við dugnaskapi til alskyns arbeiði,

6
Onnur Mósebók 35:32 Onnur Mósebók

at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,

6
Onnur Mósebók 35:33 Onnur Mósebók

at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns listarverk.

6
Onnur Mósebók 35:34 Onnur Mósebók

Eisini hevur Hann givið bæði honum og Oholiab, syni Ahisamak, av ætt Dans, gávur at læra frá sær.

6
Onnur Mósebók 35:25 Onnur Mósebók

Allar kvinnur, ið høvdu gott hegni til listarverk, spunnu við hondum sínum og komu við tí, ið tær høvdu spunnið, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni.

4
Rómverjabrævið 12:6 Rómverjabrævið

Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv,

4
Fyrra Krønikubók 15:16 Fyrra Krønikubók

Framvegis segði Dávid við høvdingar Levitanna, at teir skuldu lata brøður sínar sangararnar stíga fram við ljóðførum, hørpum, sitarum og skáltrummum, sum teir skuldu lata ljóða, meðan teir sungu fagnaðarsongin.

3
Seinna Krønikubók 2:14 Seinna Krønikubók

hann er sonur kvinnu úr Dan, men faðir hansara er ein maður úr Týrus; hann dugir væl at virka úr gulli, silvuri, kopari, jarni, steini og viði og úr purpurreyðum og bláum tógvi, hvítari bummull og skarlaksreyðum tógvi, og hann kann at gera alskyns útskorið arbeiði og upphugsa alskyns listarsmíð, ið honum verður álagt; hann skal arbeiða saman við meistarum tínum og meistarum harra míns Dávids, faðirs tíns.

3
Prædikarin 3:11 Prædikarin

Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.

3
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið

Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!

3
Fyrra Sámuelsbók 18:6 Fyrra Sámuelsbók

Men táið teir komu heim – táið Dávid kom aftur, eftir at hann hevði felt Filistaran – fóru kvinnurnar úr øllum býum Ísraels ímóti Saul við songi og dansi, við trummum, gleðirópum og spæli.

2
Fyrra Kongabók 7:13 Fyrra Kongabók

Sálomo kongur sendi boð til Týrus eftir Hiram.

2
Fyrra Kongabók 7:14 Fyrra Kongabók

Hann var sonur eina einkju av ætt Naftali; faðir hansara var maður úr Týrus, koparsmiður. Hann var fullur av vísdómi, viti og kunnskapi, so hann dugdi at gera alskyns kopararbeiði. Hann kom nú til Sálomo kong og gjørdi alt arbeiðið, ið hann vildi hava gjørt.

2
Fyrra Kongabók 7:15 Fyrra Kongabók

Hann gjørdi koparsúlurnar báðar; 18 alin høg var onnur súlan, og 12 alin langur tráður rakk rundan um hina súluna.

2
Fyrra Kongabók 7:16 Fyrra Kongabók

Hann gjørdi eisini tvey súluhøvd, stoypt úr kopari, at seta oman á súlurnar; hvørt súluhøvdið var 5 alin høgt.

2
Fyrra Kongabók 7:17 Fyrra Kongabók

Á súluhøvdunum, ið vóru oman á súlunum, var eins og rutt net, flættað arbeiði, bond, vorðin sum ketur, 7 á hvørjum súluhøvdi.

2
Fyrra Kongabók 7:18 Fyrra Kongabók

Hann gjørdi granatepli, tvey røð allan vegin runt, uttan á øðrum netinum, til at fjala súluhøvdini, ið oman á súlunum vóru; á sama hátt gjørdi hann við hitt súluhøvdið.

2
Fyrra Kongabók 7:19 Fyrra Kongabók

Súluhøvdini, ið vóru oman á súlunum í forsalinum, vóru gjørd sum liljur og vóru 4 alin.

2
Fyrra Kongabók 7:20 Fyrra Kongabók

Á báðum súlunum vóru súluhøvd, eisini omantil, við bunguna undir tí rudda netinum; granateplini vóru 200 í tali, í røðum allan vegin runt um hitt súluhøvdið.

2
Fyrra Kongabók 7:21 Fyrra Kongabók

So reisti hann súlurnar við forsal tempulsins; súluna, ið hann setti høgrumegin, kallaði hann Jakin, og hina, ið hann setti vinstrumegin, kallaði hann Boaz.

2
Fyrra Kongabók 7:22 Fyrra Kongabók

Í erva vóru súlurnar vorðnar sum liljur. – So var arbeiðið upp á súlurnar liðugt.

2
Fyrra Kongabók 7:23 Fyrra Kongabók

Nú gjørdi hann hitt stoypta havið; tað var 10 alin frá trom til trom, og heilt runt; 5 alin var tað djúpt, og 30 alin langt band rakk rundan um tað.

2
Fyrra Kongabók 7:24 Fyrra Kongabók

Niðri undir tromini vóru kolokvintar allan vegin runt; teir gingu rundan um havið, 10 á hvørji alin; tvey røð av kolokvintum vóru, og teir vóru stoyptir í einum við havinum.

2
Fyrra Kongabók 7:25 Fyrra Kongabók

Havið stóð á 12 tarvum; tríggir vendu norðureftir, tríggir vestureftir, tríggir suðureftir og tríggir eystureftir; havið hvíldi á teimum, og allir vendu afturpartin inneftir.

2
Fyrra Kongabók 7:26 Fyrra Kongabók

Tað var hondbreidd tjúkt, og tromin á tí var sum tromin á bikari, vorðin sum liljublóma; tað tók 2000 bat.

2
Fyrra Kongabók 7:27 Fyrra Kongabók

Framvegis gjørdi hann teir 10 stabbarnar, av kopari; hvør stabbin var 4 alin langur, 4 alin breiður og 3 alin høgur.

2
Fyrra Kongabók 7:28 Fyrra Kongabók

Stabbarnir vóru soleiðis gjørdir: Spegl vóru á teimum, spegl millum kantlistarnar;

2
Fyrra Kongabók 7:29 Fyrra Kongabók

á speglunum millum kantlistarnar vóru leyvur, tarvar og kerúbar, somuleiðis á kantlistunum. Yvir og undir leyvunum og tarvunum vóru kransar, gjørdir soleiðis, at teir hingu niður.

2
Fyrra Kongabók 7:30 Fyrra Kongabók

Hvør stabbin hevði 4 hjól av kopari við akslum av kopari; og teir fýra føtur hansara høvdu beriarmar; teir vóru stoyptir á niðri undir ílatinum, og mitt fyri hvørjum teirra sótu kransar.

2
Fyrra Kongabók 7:31 Fyrra Kongabók

Opilsið á tí* var innan fyri kransin og eina alin høgt uppeftir; opilsið á honum** var runt, gjørt sum undirlag, hálvaaðru alin; eisini á opilsi hansara vóru myndir skornar út; men síðuspeglini vóru fýrhyrnt, ikki rund.

2
Fyrra Kongabók 7:32 Fyrra Kongabók

Tey fýra hjólini sótu undir speglunum, og hjóltapparnir sótu á støbbunum; hvørt hjólið var hálvaaðru alin høgt.

2
Fyrra Kongabók 7:33 Fyrra Kongabók

Hjólini vóru gjørd sum vagnhjól; tappar, gjarðir, snældur og hjørtu teirra – alt var stoypt.

2
Fyrra Kongabók 7:34 Fyrra Kongabók

Fýra beriarmar vóru á hinum fýra hornunum á hvørjum stabba; beriarmarnir vóru í einum við stabbanum.

2
Fyrra Kongabók 7:35 Fyrra Kongabók

Uppi á stabbanum var eitt annað stykki, sum var hálva alin høgt og heilt runt, og omantil á stabbanum sótu handtøkini og speglini, sum vóru í einum við honum.

2
Fyrra Kongabók 7:36 Fyrra Kongabók

Á tí slætta á handtøkunum og á speglunum skar hann út kerúbar, leyvur og pálmar, eftir sum rúm var til á hvørjum teirra, og kransar rundanum.

2
Fyrra Kongabók 7:37 Fyrra Kongabók

Soleiðis gjørdi hann teir 10 stabbarnar; teir vóru allir stoyptir á sama hátt, høvdu somu stødd og sama skap.

2
Fyrra Kongabók 7:38 Fyrra Kongabók

So gjørdi hann 10 koparíløt; hvørt ílatið tók 40 bat og var 4 alin í tvørmáli; eitt ílat var á hvørjum av teimum 10 støbbunum.

2
Fyrra Kongabók 7:39 Fyrra Kongabók

Hann setti 5 stabbar høgrumegin húsið og 5 vinstrumegin, og havið setti hann høgrumegin húsið, móti landsynningi.

2
Fyrra Kongabók 7:40 Fyrra Kongabók

Framvegis gjørdi Hiram øskubytturnar, eldspakarnar og skálirnar at sletta blóð við. Nú var Hiram liðugur við alt arbeiðið, ið hann gjørdi fyri Sálomo kong til hús HARRANS; tað var:

2
Fyrra Kongabók 7:41 Fyrra Kongabók

Tvær súlur, og tvær kúlur á súluhøvdunum oman á súlunum; hini bæði ruddu netini, ið fjala skuldu báðar kúlurnar á súluhøvdunum oman á súlunum;

2
Fyrra Kongabók 7:42 Fyrra Kongabók

hini 400 granateplini á báðum netunum – tvey røð av granateplum á hvørjum neti, ið fjala skuldi báðar kúlurnar á súluhøvdunum, sum sótu oman á súlunum;

2
Fyrra Kongabók 7:43 Fyrra Kongabók

hinir 10 stabbarnir og hini 10 íløtini á støbbunum;

2
Fyrra Kongabók 7:44 Fyrra Kongabók

havið og hinir 12 tarvarnir undir havinum;

2
Fyrra Kongabók 7:45 Fyrra Kongabók

øskubytturnar, eldspakarnir og skálirnar at sletta blóð við. Alt hetta, ið Hiram gjørdi fyri Sálomo kong til hús HARRANS, var av blonkum kopari.

2
Fyrra Kongabók 7:46 Fyrra Kongabók

Á Jordanslættanum læt kongurin tað stoypa, í leirjørðini millum Sukkot og Zartan.

2
Fyrra Kongabók 7:47 Fyrra Kongabók

Sálomo vigaði einki av hesum; tí tað var so ovurhonds nógv – hvat koparið vigaði, varð ikki kannað eftir.

2
Fyrra Kongabók 7:48 Fyrra Kongabók

Sálomo gjørdi eisini alt tað, ið vera skuldi í húsi HARRANS: Gullaltarið; gullborðið, sum sýnisbreyðini skuldu liggja á;

2