limgirðing / hekkir

42 versir um "limgirðing / hekkir"

Versir

Síða 1 av 1
Job 1:10 Job

Nei, Tú hevur jú laðað garð um hann og hús hansara og alt, ið hann eigur, heilt rundanum! Handaverk hansara hevur Tú signað, og fylgi hansara breiða seg um landið.

7
Sálmarnir 12:6 Sálmarnir

„Við tað at hini ørmu verða kúgað, við tað at hini fátæku suffa, skal Eg nú reisa Meg!“ sigur HARRIN; „Eg skal lata tey fáa frelsu, sum stunda eftir henni!“

3
Sálmarnir 12:7 Sálmarnir

Orð HARRANS eru rein orð, lík hinum reina, sjey ferðir reinsaða silvuri.

3
Markus 12:1 Markus

Hann fór nú at tala til teirra í líknilsum: „Maður plantaði víngarð, gjørdi garð rundan um hann, gróv vínpersu, bygdi torn, leigaði víngarðsmonnum hann og fór so burt í annað land.

3
Sálmarnir 34:7 Sálmarnir

Her er ein armur, ið rópti; og HARRIN hoyrdi og frelsti hann úr allari neyð hansara.

2
Orðtøkini 15:19 Orðtøkini

Vegur letingans er sum tornastik, men vegur hinna sannhjartaðu er slættaður.

2
Esaias 5:5 Esaias

– So skal Eg nú lata tykkum vita, hvat Eg ætli at gera við víngarð Mín: Eg skal taka burtur stikið, so hann verður avetin, bróta niður múrin, so hann verður traðkaður niður.

2
Lukas 14:1 Lukas

Táið Hann nú ein sabbat kom inn hjá einum av hinum hægstu Farisearunum at halda máltíð – og teir høvdu eyguni eftir Honum –

2
Lukas 14:2 Lukas

stóð vatnsjúkur maður framman fyri Honum.

2
Lukas 14:3 Lukas

Jesus tók tá til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar: „Er loyviligt at grøða sabbat, ella ikki?“

2
Lukas 14:4 Lukas

Teir tagdu. Tá tók Hann í hann og grøddi hann og læt hann fara.

2
Lukas 14:5 Lukas

So tók Hann til orða og segði við teir: „Um sonur ella oksi hjá onkrum tykkara dettur í brunn – hvør er hann, sum tá ikki við tað sama dregur hann uppúr aftur sabbat!“

2
Lukas 14:6 Lukas

Hetta fingu teir ikki svarað Honum uppá.

2
Lukas 14:7 Lukas

Hann setti nú fram líknilsi fyri gestirnar, táið Hann legði til merkis, hvussu teir valdu sær hini ovastu sætini við borðið. Hann segði við teir:

2
Lukas 14:8 Lukas

„Táið tú verður boðin av onkrum í brúdleyp, set teg tá ikki ovastan við borðið! Tí ein mætari enn tú kann vera boðin;

2
Lukas 14:9 Lukas

og hann, ið beyð tær og honum, kann tá koma og siga við teg: „Gev hesum rúm!“ – Og so kemur tú við skomm at sita niðastur.

2
Lukas 14:10 Lukas

Nei, táið tú verður boðin, far tá og set teg niðastan, so hann, ið beyð tær, kann siga við teg, táið hann kemur: „Vinur, set teg hægri upp!“ Tá verður tú ærdur í eygum alra teirra, sum sita til borðs við tær.

2
Lukas 14:11 Lukas

Tí hvør tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.“

2
Lukas 14:12 Lukas

Hann segði eisini við tann, ið hevði boðið Honum inn: „Táið tú gert døgurða- ella nátturðaveitslu, bjóða tá ikki vinum tínum ella brøðrum tínum, ei heldur skyldmonnum tínum ella ríkum grannum! Tí teir bjóða tær aftur, so at tú fært viðurlag.

2
Lukas 14:13 Lukas

Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum!

2
Lukas 14:14 Lukas

Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp.“

2
Lukas 14:15 Lukas

Táið ein av teimum, ið sótu til borðs við, hoyrdi hetta, segði hann við Hann: „Sælur er tann, ið sleppur at sita til borðs í ríki Guds!“

2
Lukas 14:16 Lukas

Tá segði Hann við hann: „Maður var, sum gjørdi stóran nátturða og beyð mongum.

2
Lukas 14:17 Lukas

Og hann sendi út tænara sín, um ta tíðina nátturðin skuldi verða, at siga við hinar bodnu: „Komið, tí nú er alt til reiðar!“

2
Lukas 14:18 Lukas

Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði við hann: „Eg havi keypt nakað av jørð og eri noyddur at fara út at hyggja at henni; eg biði teg – halt mær til góða!“

2
Lukas 14:19 Lukas

Ein annar segði: „Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari út at royna teir; eg biði teg – halt mær til góða!“

2
Lukas 14:20 Lukas

Uppaftur ein annar segði: „Eg havi tikið mær konu, og tí fái eg ikki komið.“

2
Lukas 14:21 Lukas

Tænarin kom so og segði harra sínum hetta. Tá varð húsbóndin illur og segði við tænara sín: „Far skjótt út á gøtur og stræti í býnum, og fá fátæk og kryplar, lamin og blind inn higar!“

2
Lukas 14:22 Lukas

Tænarin segði tá: „Harri! Tað, sum tú gavst boð um, er gjørt; og rúm er enn.“

2
Lukas 14:23 Lukas

Tá segði harrin við tænaran: „Far út á vegirnar og út at gørðunum og noyð tey at koma inn, so hús mítt kann verða fult!

2
Lukas 14:24 Lukas

Tí eg sigi tykkum, at eingin av hinum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka nátturða mín.““

2
Lukas 14:25 Lukas

Nógv fólk gekk saman við Honum. Hann vendi Sær nú á og segði við tey:

2
Lukas 14:26 Lukas

„Um onkur kemur til Mín og hatar ikki faðir sín og móður sína, konu, børn, brøður og systrar, ja, sítt egna lív við – hann kann ikki vera lærisveinur Mín.

2
Lukas 14:27 Lukas

Tann, ið ikki ber kross sín og fylgir Mær eftir, kann ikki vera lærisveinur Mín.

2
Lukas 14:28 Lukas

Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!

2
Lukas 14:29 Lukas

Tí annars – táið hann hevur lagt grundina og er ikki mentur at fullføra tað – fara øll, ið síggja tað, at spotta hann og siga:

2
Lukas 14:30 Lukas

„Hesin maður fór at byggja og var ikki førur fyri at gera tað liðugt!“

2
Lukas 14:31 Lukas

Ella hvør kongur, sum fer avstað at møta øðrum kongi í bardaga, setur seg ikki fyrst niður og heldur ráð, um hann er førur fyri við 10000 at møta honum, sum kemur ímóti honum við 20000!

2
Lukas 14:32 Lukas

Men er hann tað ikki, letur hann, meðan hin enn er langt burtur, sendimenn fara avstað og tinga um frið.

2
Lukas 14:33 Lukas

Soleiðis kann eingin av tykkum, sum ikki sigur frá sær alt, ið hann eigur, vera lærisveinur Mín.

2
Lukas 14:34 Lukas

Víst er saltið gott; men missir eisini saltið kraft sína, við hvørjum skal tað tá fáa hana aftur!

2
Lukas 14:35 Lukas

Tað dugir hvørki í mold ella í tøð; tað verður kastað út. Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!“

2