liljur

21 versir um "liljur"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 6:25 Matteus

Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!

4
Matteus 6:26 Matteus

Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!

4
Matteus 6:27 Matteus

Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!

4
Matteus 6:28 Matteus

Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;

4
Matteus 6:29 Matteus

men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.

4
Matteus 6:30 Matteus

Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!

4
Matteus 6:31 Matteus

Tí skulu tit ikki stúra og siga: „Hvat skulu vit eta?“ ella: „Hvat skulu vit drekka?“ ella: „Hvat skulu vit fara í?“

4
Matteus 6:32 Matteus

Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.

4
Matteus 6:33 Matteus

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

4
Matteus 6:34 Matteus

Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.“

4
Lukas 12:27 Lukas

Aktið eftir liljunum, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki, og Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.

4
Fyrra Kongabók 7:26 Fyrra Kongabók

Tað var hondbreidd tjúkt, og tromin á tí var sum tromin á bikari, vorðin sum liljublóma; tað tók 2000 bat.

3
Hoseas 14:5 Hoseas

– Eg skal grøða fráfall teirra, Eg skal elska tey av fríum huga; tí vreiði Mín hevur vent sær frá teimum.

3
Fyrra Kongabók 7:19 Fyrra Kongabók

Súluhøvdini, ið vóru oman á súlunum í forsalinum, vóru gjørd sum liljur og vóru 4 alin.

2
Fyrra Kongabók 7:22 Fyrra Kongabók

Í erva vóru súlurnar vorðnar sum liljur. – So var arbeiðið upp á súlurnar liðugt.

2
Seinna Krønikubók 4:2 Seinna Krønikubók

So gjørdi hann hitt stoypta havið; tað var 10 alin frá trom til trom og heilt runt; 5 alin var tað djúpt, og eitt 30 alin langt band rakk rundan um tað.

2
Seinna Krønikubók 4:3 Seinna Krønikubók

Niðri undir tromini vóru tarvar allan vegin runt; teir gingu rundan um havið, 10 á hvørji alin; tvey røð av tarvum vóru, og teir vóru stoyptir í einum við havið.

2
Seinna Krønikubók 4:4 Seinna Krønikubók

Havið stóð á 12 tarvum; tríggir vendu norðureftir, tríggir vestureftir, tríggir suðureftir, og tríggir eystureftir; havið hvíldi á teimum, og allir vendu afturpartin inneftir.

2
Seinna Krønikubók 4:5 Seinna Krønikubók

Tað var hondbreidd tjúkt, og tromin á tí var sum tromin á bikari, vorðin sum liljublóma; tað tók 3000 bat.

2
Hásongurin 2:2 Hásongurin

„Ja, sum lilja millum tornir er elskaða mín millum genturnar.“

2
Hásongurin 5:13 Hásongurin

Kinnar hansara eru eins og angandi blómubeðir, sum kryddurtir vaksa í; varrar hansara eru liljur, rennandi myrra drýpur av teimum.

2