líknilsir

152 versir um "líknilsir"

Versir

Síða 1 av 4
Matteus 18:23 Matteus

Tí er ríki Himmiríkis at líkna við kong, ið skuldi halda roknskap við tænarar sínar.

6
Matteus 18:24 Matteus

Og táið hann fór at gera upp, varð ein, ið skyldaði 10000 talentir, førdur fram fyri hann.

6
Matteus 18:25 Matteus

Og við tað at hann einki átti at rinda við, beyð harri hansara, at hann og kona og børn hansara og alt, ið hann átti, skuldi seljast, og at rindast skuldi.

6
Matteus 18:26 Matteus

Tá fall tænarin niður fyri honum, bønaði hann og segði: „Harri, hav tol við mær, so skal eg gjalda tær alt!“

6
Matteus 18:27 Matteus

Tá tykti harranum hjá hesum tænara hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir.

6
Matteus 18:28 Matteus

Men táið hesin sami tænari fór út, hitti hann ein samtænara sín, sum skyldaði honum 100 denarar. Hann legði tá hond á hann, tók um kvørkrar hansara og segði: „Rinda tað, ið tú skyldar!“

6
Matteus 18:29 Matteus

Tá fall hesin samtænari hansara niður fyri honum, bað hann og segði: „Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær!“

6
Matteus 18:30 Matteus

Men hann vildi ikki, men fór og læt hann seta fastan, inntil hann rindaði tað, sum hann skyldaði.

6
Matteus 18:31 Matteus

Táið nú samtænarar hansara sóu tilgongdina, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá, hvussu vorðið var.

6
Matteus 18:32 Matteus

Tá kallaði harri hansara hann fyri seg og segði við hann: „Óndi tænari tín! Alla hasa skuld gav eg tær eftir, tí tú baðst meg.

6
Matteus 18:33 Matteus

Sømdi nú ikki eisini tær at miskunna samtænara tínum, eins og eg miskunnaði tær!“

6
Matteus 18:34 Matteus

Og harri hansara varð illur og læt hann bøðlunum í hendur, inntil hann rindaði alt, ið hann skyldaði honum.

6
Matteus 18:35 Matteus

Soleiðis skal eisini himmalski Faðir Mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva, ein og hvør bróður sínum.“

6
Lukas 15:11 Lukas

Og Hann segði: „Maður hevði tveir synir.

6
Lukas 15:12 Lukas

Hin yngri teirra segði við faðir sín: „Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast!“ Tá skifti hann góðsið millum teirra.

6
Lukas 15:13 Lukas

Ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt sítt saman og fór avstað til land langt burtur; har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi.

6
Lukas 15:14 Lukas

Men táið hann hevði brúkt alt upp, varð hørð hungursneyð í hesum sama landi, og hann byrjaði at líða neyð.

6
Lukas 15:15 Lukas

Tá fór hann og helt seg til ein av monnunum har í landinum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum.

6
Lukas 15:16 Lukas

Og hann tráaði eftir at fylla búk sín av dravinum, ið svínini ótu; og eingin gav honum nakað.

6
Lukas 15:17 Lukas

Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: „Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði – og her doyggi eg í hungri!

6
Lukas 15:18 Lukas

Eg skal reisa meg og fara til faðir og siga við hann: Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær!

6
Lukas 15:19 Lukas

Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein daglønamann tín!“

6
Lukas 15:20 Lukas

So reistist hann og kom til faðir sín. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann.

6
Lukas 15:21 Lukas

Men sonurin segði við hann: „Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.“

6
Lukas 15:22 Lukas

Tá segði faðirin við tænarar sínar: „Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar!

6
Lukas 15:23 Lukas

Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað!

6
Lukas 15:24 Lukas

Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.“ Tey byrjaðu nú at vera glað.

6
Lukas 15:25 Lukas

Men hin eldri sonur hansara var úti á markini, og táið hann kom heim og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann spæl og dans.

6
Lukas 15:26 Lukas

Tá rópti hann ein húskallin og spurdi, hvat hetta hevði at týða.

6
Lukas 15:27 Lukas

Hann svaraði honum: „Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, tí hann hevur fingið hann aftur í øllum góðum.“

6
Lukas 15:28 Lukas

Tá kom ilt í hann, og hann vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bønaði hann.

6
Lukas 15:29 Lukas

Men hann svaraði faðirinum: „So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum.

6
Lukas 15:30 Lukas

Men táið hasin sonur tín kom, sum hevur etið upp góðs títt við skøkjum, drapst tú gøðingarkálvin fyri honum!“

6
Lukas 15:31 Lukas

Tá segði hann við hann: „Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt;

6
Lukas 15:32 Lukas

men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.““

6
Matteus 13:3 Matteus

Hann talaði nú nógv til teirra í líknilsum. Hann segði: „Sáðmaður fór út at sáa.

5
Matteus 13:4 Matteus

Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp.

5
Matteus 13:5 Matteus

Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold. Tað kom við tað sama upp, við tað at har var ikki djúpt.

5
Matteus 13:6 Matteus

Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað.

5
Matteus 13:7 Matteus

Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað.

5
Matteus 13:8 Matteus

Men nakað fall í góða jørð, og tað bar grøði, sumt hundraðfalda, sumt sekstifalda og sumt tríatifalda.

5
Matteus 22:1 Matteus

Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum. Hann segði:

5
Matteus 22:2 Matteus

„Ríki Himmiríkis er líkt kongi, ið gjørdi brúdleyp sonar síns.

5
Matteus 22:3 Matteus

Og hann sendi tænarar sínar út at biðja hini bodnu koma í brúdleypið; men tey vildu ikki koma.

5
Matteus 22:4 Matteus

Aftur sendi hann út aðrar tænarar og segði: „Sigið við hini bodnu: „Eg havi gjørt máltíð mína til; oksar mínir og feitineyt míni eru dripin, og alt er til reiðar – komið í brúdleypið!““

5
Matteus 22:5 Matteus

Men tey løgdu ikki í tað og fóru avstað, eitt út á bø sín, annað í handil sín;

5
Matteus 22:6 Matteus

hini løgdu hond á tænarar hansara, háðaðu teir og drópu teir.

5
Matteus 22:7 Matteus

Tá varð kongurin illur og sendi út herar sínar og drap hesar manndráparar og setti eld á stað teirra.

5
Matteus 22:8 Matteus

So segði hann við tænarar sínar: „Tilgjørt er til brúdleypið; men hini bodnu vóru tað ikki verd.

5
Matteus 22:9 Matteus

Farið tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp øllum, sum tit hitta!“

5