líknilsini hjá Jesusi
17 versir um "líknilsini hjá Jesusi"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 13:33 Matteus
Annað líknilsi talaði Hann til teirra: „Ríki Himmiríkis er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt.“
Markus 9:50 Markus
Saltið er gott; men verður saltið saltleyst, við hvørjum vilja tit tá geva tí kraftina aftur! Havið salt í tykkum sjálvum og haldið frið hvør við annan!“
Lukas 16:19 Lukas
Ríkur maður var, sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti.
Lukas 16:20 Lukas
Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum.
Lukas 16:21 Lukas
Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara.
Lukas 16:22 Lukas
Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður.
Lukas 16:23 Lukas
Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum – har hann var í pínu – sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara.
Lukas 16:24 Lukas
Tá rópti hann: „Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.“
Lukas 16:25 Lukas
Men Ábraham svaraði: „Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.
Lukas 16:26 Lukas
Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.“
Lukas 16:27 Lukas
Tá segði hann: „So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs;
Lukas 16:28 Lukas
tí eg havi fimm brøður – fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað.“
Lukas 16:29 Lukas
Men Ábraham segði við hann: „Teir hava Móses og profetarnar – lurti teir eftir teimum!“
Lukas 16:30 Lukas
Hann svaraði: „Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!“
Lukas 16:31 Lukas
Men hann segði við hann: „Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.““
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 10:11 Jóhannes
Eg eri hin góði hirði; hin góði hirði gevur lív Sítt fyri seyðin.