likamlig revsing

16 versir um "likamlig revsing"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 13:24 Orðtøkini

Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er.

12
Orðtøkini 23:13 Orðtøkini

Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.

9
Orðtøkini 23:14 Orðtøkini

Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum.

9
Orðtøkini 22:15 Orðtøkini

Dárskapur situr fastur í hjarta hins unga; revsingarkoyrilin rekur hann burtur.

5
Orðtøkini 29:15 Orðtøkini

Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.

5
Orðtøkini 20:30 Orðtøkini

Svíðandi sár reinsa burt hitt ónda, ja, sløg reinsa hjartað innast inni.

4
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini

Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.

4
Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið

Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!

4
Orðtøkini 19:18 Orðtøkini

Tykta son tín, tí enn er vón – annars stílar tú eftir at volda deyða hansara!

3
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið

Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!

3
Fimta Mósebók 25:1 Fimta Mósebók

„Táið træta er millum menn, og teir koma fram fyri rættin, og dømt verður í søk teirra, skal rætturin verða dømdur honum til, sum rætt hevur, og órætturin honum, ið órætt hevur.

2
Fimta Mósebók 25:2 Fimta Mósebók

Skal so hin seki verða straffaður við sløgum, skal dómarin lata hann leggja seg niður og – meðan hann hyggur at – lata hann fáa so mong sløg, sum svara til misbrot hansara.

2
Fimta Mósebók 25:3 Fimta Mósebók

Fjøruti sløg kann hann lata hann fáa, men ikki út yvir tað, so bróðir tín ikki verður vanærdur í eygum tínum við at fáa nógv sløg aftrat enn.

2
Orðtøkini 10:13 Orðtøkini

Á vørrum hins klóka er vísdómur at finna, men stavurin er til rygg hansara, sum einki vit hevur.

2
Orðtøkini 26:3 Orðtøkini

Koyril til ross, teym til esil, og stav til rygg dárans!

2
Hebrearabrævið 12:11 Hebrearabrævið

Víst tykist øll tykt, meðan vit líða hana, ikki at vera til gleði, men til sorg; men aftaná gevur hon teimum, ið við henni eru uppfostrað, friðarávøkst rættvísinnar.

2