likamið
14 versir um "likamið"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Triðja Mósebók 19:28 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki gera skurðir á likam tykkara av sorg um deyðan, ei heldur rista tykkum merki í húðina. – Eg eri HARRIN!
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Fyrra Korintbrævið 3:16 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
Fyrra Korintbrævið 3:17 Fyrra Korintbrævið
Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.
Fyrra Korintbrævið 6:13 Fyrra Korintbrævið
Maturin er fyri búkin, og búkurin fyri matin – og Gud skal gera enda á báðum. Men likamið er ikki fyri siðloysi, men fyri Harran; og Harrin er fyri likamið.
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið
Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!
Fyrra Korintbrævið 12:12 Fyrra Korintbrævið
Tí eins og likamið er eitt og hevur nógvar limir, men allir limir likamsins – um teir so eru nógvir – tó eru eitt likam – so er eisini við Kristusi.
Fyrra Korintbrævið 12:27 Fyrra Korintbrævið
– Men nú eru tit likam Kristusar, og limir hvør fyri seg.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið; men gudsóttin er nyttuligur til alt og hevur lyfti, bæði fyri lívið, ið nú er, og fyri hitt, ið kemur.
Triðja Jóhannesarbrævið 1:2 Triðja Jóhannesarbrævið
Tú elskaði! Eg ynski, at tær skal gangast væl á allan hátt, og at tú skalt hava heilsuna – eins og sál tíni gongst væl.