Libanon

14 versir um "Libanon"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 29:5 Sálmarnir

Rødd HARRANS brýtur sedristrø, HARRIN brýtur sundur sedristrø Libanons,

4
Sálmarnir 92:12 Sálmarnir

Og eyga mítt hyggur við frøi á fíggindar mínar, oyra mítt hoyrir við gleði um hinar óndu, ið reisa seg móti mær.

3
Sálmarnir 104:16 Sálmarnir

Trø HARRANS verða mett, sedristrøini á Libanon, tey, ið Hann hevur plantað,

3
Esaias 29:17 Esaias

Bert lítla stund enn, so skal Libanon verða fruktbør mark, og hin fruktbara mark verða at meta sum skógur.

3
Seinna Kongabók 19:23 Seinna Kongabók

Við sendimonnum tínum hevur tú háðað HARRAN og sagt: „Við óteljandi vagnum mínum fór eg niðan á fjallatindarnar, niðan á hini hægstu støð Libanons; eg høggi niður hini hægstu sedristrøini har, hini veldigu sypristrøini, og eg treingi meg niðan í hitt ovasta herbergið har, inn í skógin, har sum hann er tættastur.

2
Hásongurin 4:15 Hásongurin

Kelda í urtagørðunum ert tú, brunnur við rennandi vatni og streymum av Libanon.“

2
Esaias 2:13 Esaias

– ja, yvir øll sedristrøini á Libanon, hini høgu og stoltu, og yvir allar eikir Basans,

2
Esaias 14:8 Esaias

Um tað so eru sypristrøini, gleðast tey yvir tær, eisini sedristrøini á Libanon: „Síðani tú falst og vart liggjandi, kemur eingin niðan at fella okkum!“

2
Esaias 40:16 Esaias

Libanon er ikki nóg mikið til offurvið, og dýrini har røkka ikki til til brennioffur.

2
Jeremias 18:14 Jeremias

Man kavin á Libanon fara burtur av hinum høga fjalli! Ella torna tey upp, hini svalligu vøtn, sum koma rennandi úr fjarløgu!

2
Jeremias 22:6 Jeremias

Tí so sigur HARRIN um hús judakongs: Gilead ert tú Mær, Libanonstindur; men Eg skal so sanniliga gera teg til oyðimørk, til býir, sum eingin býr í!

2
Hoseas 14:5 Hoseas

– Eg skal grøða fráfall teirra, Eg skal elska tey av fríum huga; tí vreiði Mín hevur vent sær frá teimum.

2
Hoseas 14:6 Hoseas

Eg skal vera Ísrael sum døggin; hann skal blóma sum liljan, og hann skal skjóta røtur sum skógur Libanons.

2
Hoseas 14:7 Hoseas

Kvistar hansara skulu breiða seg víða um; hann skal vera sum oljutræ í vakurleika og anga sum Libanon.

2