løgreglan
62 versir um "løgreglan"
Versir
Síða 2 av 2Orðtøkini 28:22 Orðtøkini
Í bráðskundi vil hin øvundsjúki verða ríkur – og veit ikki, at trongd fer at koma á hann!
Orðtøkini 28:23 Orðtøkini
Tann, ið hevur at einum, skal eftirsíðani verða betur kendur enn tann, ið hevur sleiska tungu.
Orðtøkini 28:24 Orðtøkini
Tann, ið rænir frá faðir sínum og móður síni, og so sigur: „Tað er eingin synd!“ er felagi oyðarans.
Orðtøkini 28:25 Orðtøkini
Hin havisjúki voldir ósemju, men tann, ið lítur á HARRAN, verður ríkliga mettaður.
Orðtøkini 28:26 Orðtøkini
Tann, ið lítur á vit sítt, er dári, men tann, ið gongur fram í vísdómi, verður bjargaður.
Orðtøkini 28:27 Orðtøkini
Tann, ið gevur hinum fátæka, honum skal einki fattast, men tann, ið letur eyguni aftur, fær manga illbønina.
Orðtøkini 28:28 Orðtøkini
Táið hini gudleysu koma til ræði, krógvar fólk seg, men táið tey ganga undir, verða hini rættvísu mong.
Esaias 1:17 Esaias
Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!
Esaias 54:17 Esaias
Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. – Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær – sigur HARRIN.
Lukas 1:79 Lukas
til at lýsa teimum, sum sita í myrkri og deyðaskugga, til at leiða føtur okkara inn á veg friðarins.“
Lukas 10:19 Lukas
Eg havi givið tykkum vald at traðka á ormar og skorpiónir og yvir øllum veldi fíggindans, og einki skal kunna saka tykkum.
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.