løg

37 versir um "løg"

Versir

Síða 1 av 1
Fjórða Mósebók 11:5 Fjórða Mósebók

Vit minnast fiskin, ið vit fingu fyri einki í Egyptalandi, og agurkurnar, melónirnar, purrurnar, reyðleykin og hvítleykin!

23
Fjórða Mósebók 11:1 Fjórða Mósebók

Men fólkið knarraði hart fyri HARRANUM um, at tey høvdu tað so ringt; táið HARRIN hoyrdi hetta, tendraðist vreiði Hansara, og eldur HARRANS sló niður ímillum teirra og gjørdi enda á nøkrum ytst í tilhaldinum.

7
Fjórða Mósebók 11:2 Fjórða Mósebók

Tá rópti fólkið til Móses, og Móses bað til HARRAN fyri teimum; so sløknaði eldurin.

7
Fjórða Mósebók 11:3 Fjórða Mósebók

Tí varð hetta stað kallað Tabera; tí eldur HARRANS sló niður ímillum teirra.

7
Fjórða Mósebók 11:4 Fjórða Mósebók

Men hin blandaði fólkahópurin, ið við teimum var, tráaði eftir øðrum kosti, og so fóru Ísraelsmenn aftur at gráta og søgdu: „Høvdu vit bert havt kjøt at etið!

7
Fjórða Mósebók 11:6 Fjórða Mósebók

Men nú ørmaktast sál okkara; tí her er hvørki eitt ella annað – vit síggja aldri nakað uttan hetta mannað!“

7
Fjórða Mósebók 11:7 Fjórða Mósebók

Mannað líktist korianderfræi og sá út sum bdellium.

7
Fjórða Mósebók 11:8 Fjórða Mósebók

Fólkið gekk um og sankaði tað; síðani mólu tey tað á kvørn ella stoyttu tað í mortara, kókaðu tað so í pottum ella bakaðu køkur av tí; tað smakkaði tá sum oljukøka.

7
Fjórða Mósebók 11:9 Fjórða Mósebók

Táið døggin um náttina fall yvir tilhaldið, fall mannað niður saman við henni.

7
Fjórða Mósebók 11:10 Fjórða Mósebók

Táið Móses hoyrdi, hvussu allar ættir fólksins grótu, hvør fyri tjalddurum sínum, og sá, at vreiði HARRANS tendraðist svárliga, tykti honum tað illa.

7
Fjórða Mósebók 11:11 Fjórða Mósebók

Og Móses segði við HARRAN: „Hví hevur Tú gjørt so illa við tænara Tín, og hví havi eg ikki funnið náði fyri eygum Tínum – síðani Tú hevur lagt alt hetta fólk sum byrði á meg?

7
Fjórða Mósebók 11:12 Fjórða Mósebók

Eri eg tá móðir ella faðir at øllum hesum fólki, síðani Tú krevur, at eg skal bera tey í favninum til landið, ið Tú við eiði hevur lovað fedrum teirra – eins og fosturmamman ber bróstabarnið!

7
Fjórða Mósebók 11:13 Fjórða Mósebók

Hvaðani skal eg taka kjøt til alt hetta fólk! – Tey koma jú grátandi til mín og siga: „Lat okkum fáa kjøt at eta!“

7
Fjórða Mósebók 11:14 Fjórða Mósebók

Eg eri ikki mentur at bera hetta fólk einsamallur, tað er mær ov tungt!

7
Fjórða Mósebók 11:15 Fjórða Mósebók

Ætlar Tú at fara so við mær, so drep meg fyrr – so satt sum eg havi funnið náði fyri eygum Tínum – so eg sleppi frá at síggja henda syndarliga stand!“

7
Fjórða Mósebók 11:16 Fjórða Mósebók

HARRIN svaraði Mósesi: „Kalla Mær saman 70 menn av teimum elstu í Ísrael, menn, sum tú veitst, eru hinir elstu fólksins og umsjónarmenn tess! Tak teir so við tær til samkomutjaldið og lat teir standa hjá tær har!

7
Fjórða Mósebók 11:17 Fjórða Mósebók

So skal Eg koma niður og tosa við teg har, og Eg skal taka av Andanum, sum á tær er, og lata koma á teir, so teir kunnu bera byrðina av fólkinum saman við tær, og tú ikki noyðist at bera hana einsamallur.

7
Fjórða Mósebók 11:18 Fjórða Mósebók

Og við fólkið skalt tú siga: „Halgið tykkum til í morgin! So skulu tit fáa kjøt at eta – við tað at tit hava grátið fyri oyrum HARRANS og sagt: „Høvdu vit bert havt kjøt at etið! Vit høvdu tað jú betri í Egyptalandi!“ – Nú skal HARRIN geva tykkum kjøt, so tit fáa etið

7
Fjórða Mósebók 11:19 Fjórða Mósebók

– og tað ikki bert ein dag ella tveir ella fimm ella tíggju ella tjúgu dagar,

7
Fjórða Mósebók 11:20 Fjórða Mósebók

men ein heilan mánað, inntil tit ikki tola roykin av tí longur, og tykkum býður ímóti – aftur fyri at tit hava vanvirt HARRAN, sum er mitt ímillum tykkara, og grátið fyri ásjón Hansara og sagt: „Hví mundu vit fara út av Egyptalandi!“““

7
Fjórða Mósebók 11:21 Fjórða Mósebók

Móses svaraði: „600000 mans til gongu er hetta fólk í tali, sum eg havi rundan um meg, og Tú sigur: „Eg skal fáa teimum kjøt, so tey hava nóg mikið at eta ein heilan mánað!“

7
Fjórða Mósebók 11:22 Fjórða Mósebók

Er tá so nógv av smáfæi og neytum at drepa til teirra, at tað kann røkka til! Ella skal allur fiskurin í sjónum verða savnaður saman til teirra, so tað kann røkka til!“

7
Fjórða Mósebók 11:23 Fjórða Mósebók

HARRIN svaraði Mósesi: „Er armur HARRANS styttur! Nú skalt tú fáa at síggja, um tær fer at gangast, sum Eg havi sagt, ella ikki!“

7
Fjórða Mósebók 11:24 Fjórða Mósebók

Móses fór nú út og kunngjørdi fólkinum orð HARRANS. Síðani savnaði hann saman 70 av hinum elstu fólksins og bað teir standa rundan um samkomutjaldið.

7
Fjórða Mósebók 11:25 Fjórða Mósebók

Tá kom HARRIN niður í skýnum og talaði við hann, og Hann tók av Andanum, sum á honum var, og læt koma á hinar 70 elstu. Og táið Andin hvíldi á teimum, profeteraðu teir; men tað hendi teir ikki uppaftur.

7
Fjórða Mósebók 11:26 Fjórða Mósebók

Men tveir menn høvdu verið eftir í tilhaldinum; annar æt Eldad, og annar Medad. Eisini á teir kom Andin, tí teir vóru ímillum teirra, ið uppskrivaðir vóru, men vóru ikki farnir út til tjaldið; nú fóru teir at profetera í tilhaldinum.

7
Fjórða Mósebók 11:27 Fjórða Mósebók

Tá kom ein ungur drongur rennandi út og segði Mósesi frá hesum: „Eldad og Medad eru farnir at profetera í tilhaldinum!“

7
Fjórða Mósebók 11:28 Fjórða Mósebók

Josva, sonur Nun, sum hevði gingið Mósesi til handa, frá tí hann var ungur, segði tá: „Móses, harri mín, forbjóða teimum tað!“

7
Fjórða Mósebók 11:29 Fjórða Mósebók

Men Móses segði við hann: „Ert tú øvundsjúkur fyri meg? Eg vildi, at alt fólk HARRANS var profetar, eg vildi, at HARRIN skuldi lagt Anda Sín á tey!“

7
Fjórða Mósebók 11:30 Fjórða Mósebók

So fór Móses inn aftur í tilhaldið, hann og hinir elstu í Ísrael.

7
Fjórða Mósebók 11:31 Fjórða Mósebók

Tá brast á stormur frá HARRANUM; hann hevði lynghøsn við sær inn av havinum og bar tey inn yvir tilhaldið og so langt sum eina dagsferð í allar ættir rundan um tilhaldið – og einar tvær alin upp frá jørðini.

7
Fjórða Mósebók 11:32 Fjórða Mósebók

Tá fór fólkið undir at taka lynghøsnini – allan tann dagin, alla náttina og allan dagin eftir; eingin tók minni enn tíggju homerar. Og tey breiddu tey út rundan um tilhaldið.

7
Fjórða Mósebók 11:33 Fjórða Mósebók

Men meðan kjøtið enn var ímillum tenn teirra – áðrenn tað var uppetið – tendraðist vreiði HARRANS móti fólkinum, og HARRIN læt ógvuliga mong falla millum fólkið.

7
Fjórða Mósebók 11:34 Fjórða Mósebók

Tí kallaðu tey hetta staðið Kibrot-Hatta’ava; tí har jarðaðu teir tey, ið marglátin høvdu verið.

7
Fjórða Mósebók 11:35 Fjórða Mósebók

Úr Kibrot-Hatta’ava fór fólkið til Hazerot, og tey gjørdu steðg í Hazerot.

7
Ezekiel 4:9 Ezekiel

Tak tær síðani hveiti, bygg, bønur, linsur, hirsu og spelt, lat tað alt í ílat og baka tær breyð av tí! Allar dagarnar tú liggur á liðini – 390 dagar – skalt tú hava tað at eta.

6
Onnur Mósebók 12:8 Onnur Mósebók

Somu nátt skulu tit eta kjøtið; steikt við eld og aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu tit eta tað.

5