Levitarnir

21 versir um "Levitarnir"

Versir

Síða 1 av 1
Fjórða Mósebók 18:21 Fjórða Mósebók

Alla tíggjund í Ísrael havi Eg givið Levitunum sum arv, í løn fyri arbeiðið, teir gera í samkomutjaldinum.

4
Fjórða Mósebók 18:26 Fjórða Mósebók

„Tala við Levitarnar og sig við teir: „Táið tit taka við tíggjundini frá Ísraelsmonnum – henni, ið Eg havi sagt, at tit skulu fáa frá teimum sum arv tykkara – skulu tit geva HARRANUM gávu av henni, tíggjundapartin av tíggjundini.

3
Nehemias 10:38 Nehemias

Ein prestur, ein av sonum Áron, skuldi vera hjá Levitunum, táið teir tóku tíggjundina, og sjálvir skuldu Levitarnir koma til hús Guds okkara við tíggjundini av tíggjund síni, til kømur goymslunnar.

3
Malakias 3:1 Malakias

Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN, sum tit søkja, sáttmálaeingilin, sum tit stunda eftir – ja, Hann kemur, sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 3:2 Malakias

Men hvør tolir dagin, táið Hann kemur, og hvør verður standandi, táið Hann opinberast! Tí Hann er sum smeltaraeldur og vaskaralútur.

2
Malakias 3:3 Malakias

Hann skal sita og bræða og reinsa silvurið; Hann skal reinsa synir Levi og gera teir reinar sum gull og silvur, so teir kunnu bera HARRANUM fram offurgávur í rættvísi.

2
Malakias 3:4 Malakias

Og offurgávur Juda og Jerusalems skulu toknast HARRANUM sum í gomlum døgum, sum í farnum árum.

2
Malakias 3:5 Malakias

Eg komi til tykkara og skal halda dóm og vera snarvitni móti gandakøllunum, horkøllunum og teimum, ið svørja rangan eið, móti teimum, ið leggjast á løn hins daglønta mans, og sum kúga einkjuna og hin faðirleysa og boyggja rætt hins fremmanda – og ikki óttast Meg, sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 3:6 Malakias

Tí Eg, HARRIN, eri hin sami sum áður, og ikki er úti við tykkum, børnum Jákups.

2
Malakias 3:7 Malakias

Líka frá teimum døgum fedrar tykkara livdu, hava tit vikið burtur frá lógum Mínum og ikki hildið tær; vendið við til Mín, so skal Eg venda við til tykkara! – sigur HARRIN Gud herskaranna. – Tit siga: „Hvørjum skulu vit venda við frá!“

2
Malakias 3:8 Malakias

Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!

2
Malakias 3:9 Malakias

Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið!

2
Malakias 3:10 Malakias

Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!

2
Malakias 3:11 Malakias

Eg skal styggja burt etaran* fyri tykkum, so hann forkemur tykkum ikki grøði landsins, og víntræ tykkara á markini skal ikki standa við ongum ávøksti – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 3:12 Malakias

Øll fólkasløg skulu prísa tykkum lukkulig; tí land tykkara skal tá vera yndisligt land – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Malakias 3:13 Malakias

Tit hava talað hørð orð móti Mær! – sigur HARRIN. – Tit spyrja: „Hvat hava vit okkara millum talað móti Tær!“

2
Malakias 3:14 Malakias

Tit hava sagt: „Einki spyrst burtur úr at tæna Gudi! Hvat hava vit vunnið við at akta eftir boðum Hansara og ganga í syrgibúna fyri HARRANS Guds herskaranna skuld!

2
Malakias 3:15 Malakias

Nei, vit prísa hini hugmóðigu lukkulig! Hjá teimum gongur uppeftir, sum liva í gudloysi; tey freista Gud og sleppa órevsað!“

2
Malakias 3:16 Malakias

Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara.

2
Malakias 3:17 Malakias

Og tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna – skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum.

2
Malakias 3:18 Malakias

Tá skulu tit aftur síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir Honum.

2