levirats‑hjúnalag (bróður tekur ekkjuna)

58 versir um "levirats‑hjúnalag (bróður tekur ekkjuna)"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrsta Mósebók 38:23 Fyrsta Mósebók

Tá segði Juda: „Lat hana meðni hava tað, heldur enn at vit skulu verða til spott! Eg havi sent lambið, og tú hevur ikki funnið hana!“

7
Fyrsta Mósebók 38:24 Fyrsta Mósebók

Einar tríggjar mánaðir eftir hetta fekk Juda hesi tíðindi: „Tamar, sonarkona tín, hevur drivið hor; hon er vorðin við barn í hori!“ Tá segði Juda: „Leiðið hana út, hon skal verða brend!“

7
Fyrsta Mósebók 38:25 Fyrsta Mósebók

Men táið teir leiddu hana út, sendi hon boð til verfaðir sín og læt siga: „Eg eri vorðin við barn við tí manni, ið hetta eigur!“ Og hon læt siga: „Kanna eftir, hvør ið eigur henda ring, hetta band og henda stav!“

7
Fyrsta Mósebók 38:26 Fyrsta Mósebók

Juda kendi tað aftur og segði: „Rætturin er hennara og ikki mín, við tað at eg havi ikki givið syni mínum Sela hana!“ – Men hann kom henni ikki nær aftur.

7
Fyrsta Mósebók 38:27 Fyrsta Mósebók

Táið so tíðin kom, at hon skuldi eiga, vóru tvíburar í lívi hennara.

7
Fyrsta Mósebók 38:28 Fyrsta Mósebók

Og í tí hon átti, stakk annar hondina út, og jarðarmóðirin tók reyðan tráð og bant hann um hana og segði: „Hesin var tann, ið fyrr kom!“

7
Fyrsta Mósebók 38:29 Fyrsta Mósebók

Men so togaði hann hondina til sín aftur, og tá kom bróðir hansara undan; tá segði hon: „Sum tú hevur trokað teg fram!“ – Tí fekk hann navnið Perez.

7
Fyrsta Mósebók 38:30 Fyrsta Mósebók

Síðani kom hin bróðirin, hann, ið hevði tann reyða tráðin um hondina; hann fekk navnið Zera.

7