levirats‑hjúnalag (bróður tekur ekkjuna)

58 versir um "levirats‑hjúnalag (bróður tekur ekkjuna)"

Versir

Síða 1 av 2
Fimta Mósebók 25:5 Fimta Mósebók

Táið brøður búgva saman, og ein teirra doyr og ongan son eigur, má einkjan eftir hann, ið farin er, ikki giftast við fremmandum manni uttan fyri ættina; nei, bróðir mann hennara skal fara inn til hennara og taka hana til konu og soleiðis giftast við henni í bróður síns stað.

20
Fimta Mósebók 25:6 Fimta Mósebók

Og fyrsti sonurin, ið hon eigur, skal verða kallaður sonur bróðurin, ið deyður er, so navn hansara doyr ikki út í Ísrael.

20
Fimta Mósebók 25:7 Fimta Mósebók

Men hevur maðurin ikki hug at giftast við bróðurkonu síni, skal hon fara út í portrið til hinar elstu og siga: „Svágur noktar at reisa bróður sínum upp navn í Ísrael – hann vil ikki giftast við mær í bróður síns stað!“

20
Fimta Mósebók 25:8 Fimta Mósebók

Hinir elstu í býi hansara skulu nú senda boð eftir honum og tala við hann; stendur hann tá við sítt og sigur: „Eg havi ikki hug at giftast við henni,“

20
Fimta Mósebók 25:9 Fimta Mósebók

so skal bróðurkona hansara fara yvir til hansara, meðan hinir elstu síggja, taka skógvin av fóti hansara, spýta í andlit hansara og taka til orða og siga: „So verður gjørt við tann mann, ið ikki vil byggja upp hús bróður síns!“

20
Fimta Mósebók 25:10 Fimta Mósebók

Og eftir tann dag skal í Ísrael ætt hansara verða rópt „ætt skóleysa“.

20
Rutt 4:1 Rutt

Men Boaz var farin niðan í býportrið og hevði sett seg har. Tá kom hann júst gangandi, loysarin, ið Boaz hevði tosað um; og Boaz segði: „Kom og set teg her!“ Hann kom tá og setti seg.

8
Rutt 4:2 Rutt

So rópti Boaz til sín tíggju av hinum elstu í býnum og segði: „Setið tykkum her!“ Teir settust.

8
Rutt 4:3 Rutt

Síðani segði hann við loysaran: „Jørðina, ið bróðir okkara Elimelek átti, hana hevur No’omi selt, hon, sum er komin aftur úr Móabslandi.

8
Rutt 4:4 Rutt

Tí hugsaði eg, at eg skuldi lata teg vita tað og siga: Keyp hana, meðan teir, ið her sita, og hinir elstu í fólki mínum eru hjástaddir! Vilt tú loysa hana, so ger tað, og vilt tú ikki, sig so til, fyri at eg kann vita tað! Tí eingin annar er at loysa hana enn tú, og eftir teg eg sjálvur!“ Hann svaraði: „Eg skal loysa hana!“

8
Rutt 4:5 Rutt

Tá segði Boaz: „Men samstundis sum tú keypir jørðina frá No’omi, keypir tú hana eisini frá Móabitkvinnuni Rutt, konu hansara, sum deyður er, til á arvaluti hansara at reisa navn hansara, sum deyður er!“

8
Rutt 4:6 Rutt

Nú svaraði loysarin: „So kann eg ikki verða loysari, tí eg komi tá at spilla mín egna arvalut. – Loys tú tað, ið eg skuldi loyst, tí eg kann ikki gera tað!“

8
Rutt 4:7 Rutt

– Nú var tað í gomlum døgum siður í Ísrael, táið maður skuldi staðfesta loysing ella avtala býti, at tá læt hann seg úr skógvinum og fekk hinum partinum hann, og hetta galt sum vitnisburður í Ísrael.

8
Rutt 4:8 Rutt

Tí segði loysarin við Boaz: „Keyp tú tað!“ – Og í tí sama læt hann seg úr skógvinum.

8
Rutt 4:9 Rutt

Tá segði Boaz við teir elstu og alt fólkið: „Tit eru í dag vitni um, at eg havi keypt frá No’omi alt tað, ið Elimelek átti, og alt tað, ið Kiljon og Malon áttu.

8
Rutt 4:10 Rutt

Eisini Móabitkvinnuna Rutt, einkju Malons, havi eg vunnið mær til konu, til á arvaluti hansara at reisa navn hansara, sum deyður er, so navn hansara, sum deyður er, ikki skal doyggja út millum brøður hansara og úr portri heimstaðar hansara – tað eru tit í dag vitni um!“

8
Rutt 4:11 Rutt

Tá segði alt fólkið, sum í býportrinum var, og hinir elstu: „Ja, tað eru vit vitni um! HARRIN lati kvinnuna, ið nú kemur í hús títt, verða sum Rakul og Leu, tær báðar, sum bygdu hús Ísraels! Tær veitist vald í Efrata, og navn títt verði prísað í Betlehem!

8
Rutt 4:12 Rutt

Hús títt verði sum hús Perez, hann, ið Tamar átti Juda, við eftirkomarunum, ið HARRIN fer at geva tær við hesi ungu kvinnu!“

8
Rutt 4:13 Rutt

So tók Boaz Rutt til sín, og hon varð kona hansara; og táið hann fór inn til hennara, læt HARRIN hana verða við barn, og hon átti son.

8
Rutt 4:14 Rutt

Tá søgdu kvinnurnar við No’omi: „Lovaður veri HARRIN, sum ikki læt tær fattast loysara í dag! Og navn hansara veri prísað í Ísrael!

8
Rutt 4:15 Rutt

Hann skal vera tær troystari og hjálp tín á elliárum; tí sonarkona tín, sum vísti tær kærleika, hevur átt hann, hon, ið er tær betri enn sjey synir!“

8
Rutt 4:16 Rutt

No’omi tók barnið og legði tað í fangið og varð fosturmóðir tess.

8
Rutt 4:17 Rutt

Og grannkonurnar søgdu: „No’omi hevur fingið son!“ – Og tær góvu honum navn og kallaðu hann Obed. Hann varð faðir Ísai, faðir Dávid.

8
Rutt 4:18 Rutt

Hetta er ættarbók Perez: Perez fekk sonin Hezron;

8
Rutt 4:19 Rutt

Hezron fekk sonin Ram; Ram fekk sonin Amminadab;

8
Rutt 4:20 Rutt

Amminadab fekk sonin Nason; Nason fekk sonin Salmon;

8
Rutt 4:21 Rutt

Salmon fekk sonin Boaz; Boaz fekk sonin Obed;

8
Rutt 4:22 Rutt

Obed fekk sonin Ísai; Ísai fekk sonin Dávid.

8
Fyrsta Mósebók 38:1 Fyrsta Mósebók

Um hesa tíðina fór Juda frá brøðrum sínum og fór at halda saman við manni úr Adullam, sum æt Hira.

7
Fyrsta Mósebók 38:2 Fyrsta Mósebók

Har sá Juda dóttur kána’anitiskan mann, sum æt Sua, og hann tók hana til konu og fór inn til hennara.

7
Fyrsta Mósebók 38:3 Fyrsta Mósebók

Hon varð við barn og átti son, sum hon gav navnið Er.

7
Fyrsta Mósebók 38:4 Fyrsta Mósebók

So varð hon uppaftur við barn og átti son, sum hon gav navnið Onan.

7
Fyrsta Mósebók 38:5 Fyrsta Mósebók

Hon átti ein son enn, og honum gav hon navnið Sela; táið hon átti hann, var Juda í Kezib.

7
Fyrsta Mósebók 38:6 Fyrsta Mósebók

Juda tók nú Er, hinum frumborna sínum, konu; hon æt Tamar.

7
Fyrsta Mósebók 38:7 Fyrsta Mósebók

Men HARRANUM líkaði ikki Er, hin frumborna hjá Juda; tí læt HARRIN hann doyggja.

7
Fyrsta Mósebók 38:8 Fyrsta Mósebók

Tá segði Juda við Onan: „Far inn til bróðurkonu tína og tak hana til ekta í bróður tíns stað og reis bróður tínum avkom upp!“

7
Fyrsta Mósebók 38:9 Fyrsta Mósebók

Men við tað at Onan visti, at avkomið ikki skuldi hoyra honum til, læt hann, hvørja ferð hann gekk inn til bróðurkonu sína, sáðið spillast á jørðina – fyri ikki at fáa bróður sínum avkom.

7
Fyrsta Mósebók 38:10 Fyrsta Mósebók

Men hetta, ið hann gjørdi, var ónt í eygum HARRANS; tí læt Hann eisini hann doyggja.

7
Fyrsta Mósebók 38:11 Fyrsta Mósebók

Tá segði Juda við Tamar, sonarkonu sína: „Sit einkja heima hjá faðir tínum, inntil sonur mín Sela kemur til!“ – Tí hann óttaðist fyri, at eisini hann skuldi doyggja, eins og brøður hansara. So fór Tamar heim og varð verandi hjá faðir sínum.

7
Fyrsta Mósebók 38:12 Fyrsta Mósebók

Táið nú long tíð var gingin, doyði dóttir Sua, kona Juda. Táið syrgitíðin var úti, fór Juda til Timna, til teir, ið royttu seyð hansara; vinur hansara, Hira úr Adullam, fór við honum.

7
Fyrsta Mósebók 38:13 Fyrsta Mósebók

Men táið Tamar fekk at vita, at verfaðir hennara var á veg til Timna at royta seyð sín,

7
Fyrsta Mósebók 38:14 Fyrsta Mósebók

læt hon seg úr einkjuklæðunum, fór í eitt slør, ballaði tað um seg og setti seg so við portrið í Enajim, við vegin til Timna; tí hon sá, at hon varð ikki givin Sela til konu, tóat hann nú var tilkomin.

7
Fyrsta Mósebók 38:15 Fyrsta Mósebók

Táið Juda nú sá hana, helt hann hana vera skøkju – við tað at hon hevði fjalt andlit sítt.

7
Fyrsta Mósebók 38:16 Fyrsta Mósebók

Hann fór tá av vegnum og fór yvir til hennara og segði: „Kom, lat meg koma inn til tín!“ – Hann visti ikki, at tað var sonarkona hansara. Men hon svaraði: „Hvat gevur tú mær fyri at koma inn til mín?“

7
Fyrsta Mósebók 38:17 Fyrsta Mósebók

Hann segði: „Eg skal senda tær eitt geitarlamb úr fylginum.“ Tá svaraði hon: „Ja, men tú skalt geva mær pant, inntil tú sendir tað!“

7
Fyrsta Mósebók 38:18 Fyrsta Mósebók

Hann spurdi: „Hvat skal eg tá geva tær í pant?“ Hon svaraði: „Innsiglisring tín, band títt og stav tín, sum tú hevur í hondini.“ – Hetta gav hann henni so og fór síðani inn til hennara, og hon varð við barn við honum.

7
Fyrsta Mósebók 38:19 Fyrsta Mósebók

So reistist hon og fór haðani, fór úr slørinum og læt seg aftur í einkjuklæðini.

7
Fyrsta Mósebók 38:20 Fyrsta Mósebók

Juda sendi nú geitarlambið við vinmanni sínum, Adullamitinum, fyri at fáa pantin aftur frá kvinnuni; men hann fann hana ikki.

7
Fyrsta Mósebók 38:21 Fyrsta Mósebók

Hann spurdi tá fólkið har á staðnum: „Hvar er skøkjan, hon í Enajim, við vegin?“ Tey svaraðu: „Her hevur eingin skøkja verið!“

7
Fyrsta Mósebók 38:22 Fyrsta Mósebók

So fór hann aftur til Juda og segði: „Eg fann hana ikki, og so sigur fólkið har á staðnum eisini, at eingin skøkja hevur verið har.“

7