Leviatan (stórt havdjór)

39 versir um "Leviatan (stórt havdjór)"

Versir

Síða 1 av 1
Job 41:1 Job

„Eingin er so djarvur, at hann torir at arga hann – hvør vágar sær tá at seta seg upp móti Mær!

5
Job 41:2 Job

Hvør gav Mær nakað fyrst, so Eg skuldi givið honum viðurlag! Alt undir himli hoyrir jú Mær til!

5
Job 41:3 Job

Eg tigi ikki um limir hansara,* hvussu sterkur hann er, hvussu vakurt hann er skaptur.

5
Job 41:4 Job

Hvør var mentur at draga klædningin av honum! Hvør vágar sær inn ímillum dupultu tanngarðar hansara!

5
Job 41:5 Job

Hvør man fara at opna dyr gaps hansara! – Rundan um tenn hansara er ræðsla.

5
Job 41:6 Job

Stolt sita skjaldarøðini; hvørt teirra er fest sum við føstum innsigli.

5
Job 41:7 Job

Hvør skjøldurin liggur tætt at øðrum, eingin luft sleppur inn ímillum teirra.

5
Job 41:8 Job

Teir eru fastir hvør við annan; teir grípa hvør inn í annan og kunnu ikki skiljast sundur.

5
Job 41:9 Job

Táið hann nýsur, skyggir fram ljós; sum eygnalok morgunroðans eru eygu hansara.

5
Job 41:10 Job

Brandar rúka úr gapi hansara, neistar fúka haðani.

5
Job 41:11 Job

Dampur stendur úr nasagluggum hansara sum úr kókandi potti, ið sevgras brennur undir.

5
Job 41:12 Job

Andi hansara fær kol at loga, og logar ganga út úr gapi hansara.

5
Job 41:13 Job

Á hálsi hansara hevur styrki bústað sín, og angist loypur framman fyri hann.

5
Job 41:14 Job

Tættar sita kjøtknúturnar, sum stoyptar at kroppinum; tær vikast ikki.

5
Job 41:15 Job

Hart sum grót er hjarta hansara, hart sum hin niðari kvarnarsteinurin.

5
Job 41:16 Job

Táið hann reisist, skelva kappar; teir verða frá sær sjálvum av ræðslu.

5
Job 41:17 Job

Um svørð rámar hann, bítur tað ikki á honum, líka lítið lansa, kastispjót ella pílur.

5
Job 41:18 Job

Jarn metir hann javnt við hálm, kopar við ormstungnan við.

5
Job 41:19 Job

Sonur bogans* fær hann ikki at halda undan, sleingisteinarnir verða honum sum hálmur.

5
Job 41:20 Job

Stríðsgassar virðir hann ikki meir enn hálmstrá, og hann lær at hinum súsandi spjóti.

5
Job 41:21 Job

Á búkinum hevur hann hvassar eggir; hann setur merki í móruna sum foyrurnar eftir treskisleðu.

5
Job 41:22 Job

Djúpið fær hann at kóka sum pott; havið ger hann líkt salvuketli.

5
Job 41:23 Job

Aftan undan honum lýsir leið hansara; djúpið tykist vera silvurhár.

5
Job 41:24 Job

Einki er á jørðini, sum er harri hansara; hann er skaptur til ikki at ræðast.

5
Job 41:25 Job

Hann hyggur niður á alt, ið høgt er, hann er kongur yvir øllum stoltum dýrum.“

5
Esaias 27:1 Esaias

Tann dag skal HARRIN við svørði Sínum, hinum harða, stóra og sterka, heimsøkja Livjatan, hin kvika orm, Livjatan, ormin, ið ringist, og drepa ódýrið í sjónum.

5
Job 3:8 Job

Teir, ið banna døgum, biði ilt yvir hana, teir, sum kønir eru at mana upp Livjatan!

4
Sálmarnir 74:14 Sálmarnir

Tú soraði høvd Livjatans, Tú lætst fólkið í oyðimørkini fáa hann til føði.

4
Sálmarnir 104:26 Sálmarnir

har fara skipini, Livjatan, sum Tú skapti at spæla har.

4
Job 40:15 Job

Fjøllini bera honum fóður, har sum øll hini villu dýrini spæla sær.

2
Job 40:16 Job

Undir lotusrunnum hvílir hann, í læ av røri og sevi.

2
Job 40:17 Job

Lotusrunnarnir geva honum tak og skugga, pílatrøini við løkin umkransa hann.

2
Job 40:18 Job

Hann óttast ikki, um so áarføri kemur; hann er tryggur, um so sjálvur Jordan fossar fram móti gapi hansara.

2
Job 40:19 Job

Hvør kann fanga hann, táið hann varðar seg! Hvør kann draga tog gjøgnum nasar hansara!

2
Job 40:20 Job

Kanst tú draga Livjatan* upp á ongli og binda tungu hansara við snøri!

2
Job 40:21 Job

Kanst tú draga sevtog gjøgnum nasar hansara og høgga krók gjøgnum kjálka hansara!

2
Job 40:22 Job

Man hann fara at bera fram fyri teg mangar eyðmjúkar bønir ella tala mjúk orð við teg!

2
Job 40:23 Job

Man hann fara at gera sáttmála við teg, so tú fært hann til træl við alla!

2
Job 40:24 Job

Kanst tú spæla við hann sum við fugl og tjóðra smágentum tínum hann!

2