Levi
32 versir um "Levi"
Versir
Síða 1 av 1Malakias 2:4 Malakias
Tá skulu tit sanna, at Eg havi sent tykkum hetta boð; tí Eg havi sáttmála við Levi – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Malakias 2:5 Malakias
Eg hevði sáttmála við hann, og í honum var lív og friður; tað gav Eg honum, uppá at hann skuldi óttast Meg – og hann óttaðist Meg og bar ræðslu fyri navni Mínum.
Malakias 2:6 Malakias
Sannleikalóg var í munni hansara, og órættur varð ikki funnin á vørrum hansara; friðarligur og sannorðaður gekk hann leiðir Mínar, og mong umvendi hann frá misbroti.
Fimta Mósebók 4:2 Fimta Mósebók
Tit mugu einki leggja aftrat boðunum, ið eg gevi tykkum, ei heldur taka nakað burturav, nei, tit skulu halda boð HARRANS Guds tykkara, sum eg gevi tykkum!
Fyrsta Mósebók 6:1 Fyrsta Mósebók
Táið nú menniskjan fór at nørast á jørðini, og døtur føddust teimum,
Fyrsta Mósebók 6:2 Fyrsta Mósebók
sóu gudssynirnir, at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti.
Fyrsta Mósebók 6:3 Fyrsta Mósebók
Tá segði HARRIN: „Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár.“
Fyrsta Mósebók 6:4 Fyrsta Mósebók
Á teimum døgum, og eisini seinni í tíðini, vóru kapparnir á jørðini – táið gudssynirnir fóru inn til menniskjadøturnar, og tær føddu teimum børn; hetta vóru teir veldigu í forðum, teir navngitnu.
Fyrsta Mósebók 6:5 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin.
Fyrsta Mósebók 6:6 Fyrsta Mósebók
Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum.
Fyrsta Mósebók 6:7 Fyrsta Mósebók
Og HARRIN segði: „Eg skal týna menniskjuni, ið Eg havi skapt, av jørðini, bæði menniskju, fæ, skriðdýr og fuglarnar undir himli; tí Eg angri, at Eg havi gjørt tey!“
Fyrsta Mósebók 6:8 Fyrsta Mósebók
– Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS.
Fyrsta Mósebók 6:9 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.
Fyrsta Mósebók 6:10 Fyrsta Mósebók
Nóa fekk tríggjar synir: Sem, Kam og Jafet.
Fyrsta Mósebók 6:11 Fyrsta Mósebók
Men jørðin var spilt fyri eygum Guds; jørðin varð full av órætti.
Fyrsta Mósebók 6:12 Fyrsta Mósebók
Gud sá jørðina – hon var spilt; tí alt hold hevði spilt veg sín á jørðini.
Fyrsta Mósebók 6:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði Gud við Nóa: „Eg havi gjørt av, at Eg skal gera enda á øllum holdi, tí tey hava fylt jørðina við órætti; nú skal Eg forkoma bæði teimum og jørðini.
Fyrsta Mósebók 6:14 Fyrsta Mósebók
Men tú skalt gera tær ørk av goferviði; við kømurum skalt tú gera hana og bika hana bæði innan og uttan.
Fyrsta Mósebók 6:15 Fyrsta Mósebók
Soleiðis skalt tú gera ørkina: Hon skal vera 300 alin long, 50 alin breið og 30 alin høg.
Fyrsta Mósebók 6:16 Fyrsta Mósebók
Eitt vindeyga skalt tú gera á ørkini í erva, eina alin høgt allan vegin, og dyr arkarinnar skalt tú gera á síðu hennara; tú skalt gera hana við eini niðastu, eini mittastu og eini ovastu hædd.
Fyrsta Mósebók 6:17 Fyrsta Mósebók
Eg lati nú vatnflóð koma yvir jørðina til at týna alt hold undir himli, sum lívsandi er í; alt tað, ið á jørðini er, skal ganga til grundar.
Fyrsta Mósebók 6:18 Fyrsta Mósebók
Men við teg geri Eg sáttmála Mín; tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir, kona tín og sonarkonur tínar við tær.
Fyrsta Mósebók 6:19 Fyrsta Mósebók
Av øllum, ið livir, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum slagi inn í ørkina fyri at halda tey á lívi saman við tær; hannslag og honslag skal tað vera.
Fyrsta Mósebók 6:20 Fyrsta Mósebók
Av fuglunum eftir teirra slagi, av fænum eftir slagi tess, og av øllum skriðdýrum á jørðini eftir teirra slagi skal eitt par av hvørjum fara inn til tín fyri at verða hildin á lívi.
Fyrsta Mósebók 6:21 Fyrsta Mósebók
Tú skalt fáa tær av alskyns føði, ið etin verður, og savna tað til tín, so tað kann vera tær og teimum til føði.“
Fyrsta Mósebók 6:22 Fyrsta Mósebók
Nóa so gjørdi; í einum og øllum gjørdi hann, sum Gud hevði sagt við hann.
Triðja Mósebók 19:18 Triðja Mósebók
Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum, nei, tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. – Eg eri HARRIN!
Fjórða Mósebók 18:26 Fjórða Mósebók
„Tala við Levitarnar og sig við teir: „Táið tit taka við tíggjundini frá Ísraelsmonnum – henni, ið Eg havi sagt, at tit skulu fáa frá teimum sum arv tykkara – skulu tit geva HARRANUM gávu av henni, tíggjundapartin av tíggjundini.
Fjórða Mósebók 18:27 Fjórða Mósebók
Henda gáva tykkara skal verða roknað javngóð við kornið av treskiplássinum, sum aðrir bera fram, og vínið, ið teir koma við úr persuni.
Fjórða Mósebók 18:28 Fjórða Mósebók
Soleiðis skulu eisini tit lata gávu til HARRAN av allari tíggjundini, ið tit fáa frá Ísraelsmonnum, og hesa gávu til HARRAN av tíggjund tykkara skulu tit lata Áron prest fáa.
Matteus 28:19 Matteus
Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,
Matteus 28:20 Matteus
og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“