Leita sannleikan

19 versir um "Leita sannleikan"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 8:32 Jóhannes

og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“

9
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

6
Matteus 7:7 Matteus

Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!

4
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!

4
Jóhannes 17:17 Jóhannes

Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.

3
Matteus 21:22 Matteus

Og alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.“

2
Markus 7:7 Markus

Og tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.“

2
Markus 7:8 Markus

Tit beina boð Guds av vegnum og halda viðtøku manna!“

2
Markus 7:9 Markus

Og Hann segði við teir: „Vakurt er! Tit gera boð Guds til einkis fyri at halda viðtøku tykkara!

2
Jóhannes 1:14 Jóhannes

Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.

2
Jóhannes 7:14 Jóhannes

Men táið longu hálv høgtíðin var liðin, fór Jesus niðan í templið og lærdi.

2
Jóhannes 7:15 Jóhannes

Tá undraðust Jødarnir og søgdu: „Hvaðani hevur hesin lærdóm Sín, táið Hann ikki hevur lært?“

2
Jóhannes 7:16 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg.

2
Jóhannes 7:17 Jóhannes

Vil nakar gera vilja Hansara, skal hann fáa at síggja, um læran er av Gudi, ella Eg tali av Mær sjálvum.

2
Jóhannes 7:18 Jóhannes

Tann, ið talar av sær sjálvum, søkir sína egnu æru; men tann, ið søkir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum.

2
Fyrra Korintbrævið 3:18 Fyrra Korintbrævið

Eingin dári seg sjálvan! Tykist nakar millum tykkara at vera vísur í hesum heimi – hann verði dári, fyri at hann kann verða vísur!

2
Seinna Korintbrævið 4:4 Seinna Korintbrævið

– har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum.

2
Efesusbrævið 4:15 Efesusbrævið

Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:6 Fyrra Jóhannesarbrævið

Siga vit, at vit hava samfelag við Hann – og liva í myrkrinum – so lúgva vit og gera ikki sannleikan.

2