leiðsla
37 versir um "leiðsla"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Timoteusarbrævið 4:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Onnur Mósebók 18:21 Onnur Mósebók
Men tú skalt millum alt fólkið velja tær dugandi menn, ið óttast Gud, menn, ið lítandi er á, og sum hata vinning av órætti; teir skalt tú seta yvir teimum, sum fyristøðumenn, summar yvir 1000, summar yvir 100, summar yvir 50, og summar yvir 10.
Matteus 20:25 Matteus
Tá rópti Jesus teir til Sín og segði: „Tit vita, at høvdingar tjóðanna valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt.
Matteus 20:26 Matteus
So skal ikki vera hjá tykkum; nei, tann av tykkum, sum stórur vil vera, skal vera tænari tykkara;
Matteus 20:27 Matteus
og tann, ið fremstur vil vera av tykkum, skal vera trælur tykkara –
Matteus 20:28 Matteus
eins og Menniskjasonurin ikki er komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“
Orðtøkini 11:14 Orðtøkini
Har sum einki stýri er, fellur fólkið, men har sum nógvir ráðgevarar eru, gongst væl.
Jeremias 23:1 Jeremias
Vei hirðunum, sum forkoma fylginum, ið Eg føði, og spjaða tey sundur! – sigur HARRIN.
Markus 10:42 Markus
Tá rópti Jesus teir til Sín og segði við teir: „Tit vita, at teir, ið roknast fyri høvdingar tjóðanna, valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt.
Markus 10:43 Markus
So er ikki hjá tykkum; nei, tann tykkara, sum stórur vil verða, skal vera tænari tykkara;
Markus 10:44 Markus
og tann, ið fremstur vil verða av tykkum, skal vera trælur hjá øllum.
Markus 10:45 Markus
Tí Menniskjasonurin er heldur ikki komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“
Lukas 22:24 Lukas
Eisini varð træta millum teirra um, hvør teirra ið skuldi verða roknaður størstur.
Lukas 22:25 Lukas
Tá segði Hann við teir: „Kongar tjóðanna valda yvir teimum, og teir, ið lata tær kenna vald sítt, kallast vælgerðamenn.
Lukas 22:26 Lukas
Men ikki so hjá tykkum; nei, hin størsti av tykkum – hann veri sum hin yngsti, og hin hægsti sum tann, ið tænir!
Lukas 22:27 Lukas
Tí hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir! Er tað ikki tann, ið situr til borðs! Men Eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir.
Jóhannes 13:12 Jóhannes
Táið Hann nú hevði vaskað teimum um føturnar, latið Seg í klæðini og sett Seg aftur til borðs, segði Hann við teir: „Skilja tit, hvat Eg havi gjørt við tykkum?
Jóhannes 13:13 Jóhannes
Tit kalla Meg Meistara og Harra, og tit siga satt, tí Eg eri tað.
Jóhannes 13:14 Jóhannes
Havi nú Eg, Harrin og Meistarin, vaskað tykkum um føturnar, eiga eisini tit at vaska hvør øðrum um føturnar.
Jóhannes 13:15 Jóhannes
Tí Eg havi givið tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum.
Rómverjabrævið 12:9 Rómverjabrævið
Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!
Rómverjabrævið 12:10 Rómverjabrævið
Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!
Rómverjabrævið 12:11 Rómverjabrævið
Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!
Rómverjabrævið 12:12 Rómverjabrævið
Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!
Rómverjabrævið 12:13 Rómverjabrævið
Takið tykkum av hinum heilagu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð!
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Filippibrævið 2:4 Filippibrævið
og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!
Fyrra Timoteusarbrævið 3:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Tað er trúvert orð, at tráar onkur eftir umsjónarembæti, er tað gott verk, hann hevur hug til.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:2 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur,
Fyrra Timoteusarbrævið 3:3 Fyrra Timoteusarbrævið
ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal standa væl fyri sínum egna húsi, hava lýðin børn í øllum siðprýði –
Fyrra Timoteusarbrævið 3:5 Fyrra Timoteusarbrævið
dugir ein ikki at standa fyri sínum egna húsi, hvussu kann hann tá veita samkomu Guds umsjón!
Fyrra Timoteusarbrævið 3:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal ikki vera nýggjur í trúnni – fyri at hann skal ikki verða uppblástur og falla undir dóm Djevulsins.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal eisini hava góðan vitnisburð frá teimum, ið uttanfyri eru, fyri at hann skal ikki verða háðaður og falla í snerru Djevulsins.
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!
Fyrra Pætursbrævið 5:3 Fyrra Pætursbrævið
heldur ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgisins