leirur
43 versir um "leirur"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 64:8 Esaias
HARRI, ver ikki so út av lagi vreiður, minst ikki til ævigar tíðir misgerð! Nei, minst til, at vit eru fólk Títt øll somul!
Jeremias 18:2 Jeremias
Reis teg og far oman í hús leirkerasmiðsins! Har skal Eg lata teg hoyra orð Míni.
Jeremias 18:3 Jeremias
Eg fór tá oman í hús leirkerasmiðsins, og hann tókst við arbeiði sítt við klingrurnar.
Jeremias 18:4 Jeremias
Og táið ílatið, ið hann gjørdi, miseydnaðist – sum ganga kann við leirinum í hond leirkerasmiðsins – so gjørdi hann tað umaftur til annað ílat, sum hann nú vildi hava tað at vera.
Jeremias 18:5 Jeremias
Tá kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
Jeremias 18:6 Jeremias
Skuldi Eg ikki kunnað gjørt við tykkum, hús Ísraels, sum hesin leirkerasmiður! – sigur HARRIN; jú, sum leirið í hond leirkerasmiðsins, so eru tit í hond Míni, hús Ísraels!
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
Job 10:8 Job
Hendur Tínar hava virkað meg og gjørt meg í einum og øllum – og nú forkemur Tú mær!
Job 10:9 Job
Minst, at Tú myndaði meg sum leirið – og nú ætlar Tú at gera meg til mold aftur!
Job 10:10 Job
Hevur Tú ikki helt meg út sum mjólk og latið meg leypa sum ost!
Job 10:11 Job
Við húð og holdi klæddi Tú meg og flættaði meg saman við beinum og sinum.
Job 10:12 Job
Lív og náði veitti Tú mær, og umsorgan Tín varðveitti andadrátt mín.
Seinna Korintbrævið 4:7 Seinna Korintbrævið
Men henda skatt hava vit í leiríløtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum.
Esaias 29:16 Esaias
– Sum tit eru rangvørg! Er tá leirið at meta javnt við leirsmiðin! Skal verkið siga um Hann, ið virkaði tað: „Hann hevur ikki skapt meg!“ og tað, sum smíðað er, um Hann, ið smíðaði tað: „Hann skilir einki!“
Esaias 45:9 Esaias
Vei honum, ið trætir við skapara sín – pottabrot millum hini pottabrotini av jørð! Kann leirið siga við leirmyndaran: „Hvat kanst tú gera!“ Og kann verk títt siga um teg: „Hann hevur ongar hendur!“
Jeremias 18:1 Jeremias
Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM; Hann segði:
Jeremias 18:7 Jeremias
Stundum tali Eg um tjóð og ríki, at Eg skal rykkja upp, ríva niður og forkoma;
Jeremias 18:8 Jeremias
men um tá tjóðin, ið Eg havi talað um, vendir við frá óndskapi sínum, so angri Eg tað ringa, ið Eg hevði ætlað at gera henni.
Jeremias 18:9 Jeremias
Og stundum tali Eg um tjóð og ríki, at Eg skal byggja og planta;
Jeremias 18:10 Jeremias
men ger hon tá tað, sum ónt er í eygum Mínum, og lurtar ikki eftir tí, sum Eg sigi, so angri Eg tað góða, ið Eg hevði ætlað at gera henni.
Jeremias 18:11 Jeremias
Og sig nú við Judamenn og við teir, sum í Jerusalem búgva: So sigur HARRIN: Eg ætli tykkum vanlukku; Eg upphugsi mein ráð móti tykkum; vendið við, hvør av óndu leið síni, og bøtið leiðir og atburð tykkara!
Jeremias 18:12 Jeremias
Men teir svara: „Tað fær onga vend – vit ganga eftir okkara egnu hugsanum, og ein og hvør okkara ger eftir ónda, harða hjarta sínum!“
Jeremias 18:13 Jeremias
Tí sigur HARRIN so: Spyrjið millum heidningafólkini – hvør hevur hoyrt slíkt! Tað er ræðuligt, sum hon hevur borið seg at, moyggin Ísrael!
Jeremias 18:14 Jeremias
Man kavin á Libanon fara burtur av hinum høga fjalli! Ella torna tey upp, hini svalligu vøtn, sum koma rennandi úr fjarløgu!
Jeremias 18:15 Jeremias
Men fólk Mítt hevur gloymt Meg; tað brennir roykilsi fyri hinum følsku gudum; og teir leiddu tey í fall á leiðum teirra, hinum gomlu leiðunum, so tey gingu rásir, ólagdar vegir
Jeremias 18:16 Jeremias
– og gjørdu soleiðis land sítt til ræðu, til ævigt spott, sum hvør tann, ið kemur framvið, skal ræðast og rista við høvdinum at.
Jeremias 18:17 Jeremias
Sum eystanstormur skal Eg spjaða tey fyri ásjón fíggindans; bakið og ikki andlitið skal Eg venda teimum vanlukkudag teirra.
Jeremias 18:18 Jeremias
Tá søgdu teir: „Komið, latið okkum upphugsa ónd ráð móti Jeremiasi! Tí einki skortar prestunum lógina, ei heldur hinum vísu ráð, ei heldur profetunum opinbering! Komið, latið okkum sláa hann við tunguni og ikki leggja í eitt orð, hann sigur!“
Jeremias 18:19 Jeremias
Akta eftir mær, HARRI, og hoyr tað, ið mótstøðumenn mínir siga!
Jeremias 18:20 Jeremias
Skal gott verða lønt við illum! Teir hava jú grivið lívi mínum grøv. Minst, at eg stóð fyri ásjón Tíni og talaði, teimum til góða, til at venda vreiði Tíni frá teimum!
Jeremias 18:21 Jeremias
Gev tí hungrinum børn teirra, og gev teir sjálvar upp til svørðið, lat konur teirra verða barnleysar og einkjur, menn teirra doyggja av pest og hinar ungu hjá teimum falla fyri svørði í bardaga!
Jeremias 18:22 Jeremias
Lat neyðarróp hoyrast úr húsum teirra, táið Tú brádliga letur fíggindaskara koma yvir teir! Tí teir hava grivið grøv at fáa meg at falla í og lagt loyndar snerrur fyri føtur mínar.
Jeremias 18:23 Jeremias
Men Tú, HARRI, kennir øll deyðaráð teirra móti mær! – Fyrigev teimum ikki misbrot teirra, og strika ikki út synd teirra fyri ásjón Tíni, nei, lat teir koma til fals fyri ásjón Tíni, fáa við Teg at gera vreiðistund Tína!
Rómverjabrævið 9:20 Rómverjabrævið
Ja, men hvør ert tú, menniskja, ið svarar Gudi aftur! Skal tað, sum gjørt er, siga við Hann, ið gjørdi tað: „Hví gjørdi Tú meg so?“
Rómverjabrævið 9:21 Rómverjabrævið
Ella hevur leirkerasmiðurin ikki vald á leirinum, so hann úr sama deiggi kann gera eitt ílat til æru, eitt annað til vanæru!
Rómverjabrævið 9:22 Rómverjabrævið
Men um nú Gud – tóat Hann vildi vísa vreiði Sína og kunngera mátt Sín – tó í stórum langmóði toldi vreiðiíløtini, sum til reiðar vóru til undirgang –
Seinna Timoteusarbrævið 2:20 Seinna Timoteusarbrævið
Men í stórum húsi eru íløt, ikki bert av gulli og silvuri, men eisini av træ og leiri, og summi eru til æru, summi til vanæru.
Sálmarnir 100:3 Sálmarnir
Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“