leiklutur mannsins í mun til djór
47 versir um "leiklutur mannsins í mun til djór"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Fyrsta Mósebók 9:1 Fyrsta Mósebók
Gud signaði nú Nóa og synir hansara og segði við teir: „Nørist, vaksið í tali, og fyllið jørðina!
Fyrsta Mósebók 9:2 Fyrsta Mósebók
Ótti fyri tykkum og ræðsla fyri tykkum skal vera á øllum dýrum á jørðini, á øllum fuglum undir himli, á øllum, ið á jørðini rørist, og á øllum fiskunum í sjónum – í hond tykkara er tað givið.
Fyrsta Mósebók 9:3 Fyrsta Mósebók
Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.
Fyrsta Mósebók 9:4 Fyrsta Mósebók
Tó – kjøt við sálini, tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta.
Fyrsta Mósebók 9:5 Fyrsta Mósebók
Men fyri tykkara egna blóð krevji Eg hevnd; av hvørjum dýri krevji Eg hevnd fyri tað, og av menniskjanum, av bróður hansara, krevji Eg hevnd fyri lív menniskjans.
Fimta Mósebók 22:1 Fimta Mósebók
„Sært tú burturvilst neyt ella burturvilstan seyð, sum bróðir tín eigur, mást tú ikki látast sum einki; tú skalt fáa bróður tínum tey aftur.
Fimta Mósebók 22:2 Fimta Mósebók
Býr bróðir tín tær ikki nær, ella veitst tú ikki, hvør ið kríatúrið eigur, skalt tú taka tað inn til tín, og tað skal vera hjá tær, inntil bróðir tín kemur at sóknast eftir tí; tá skalt tú lata hann fáa tað aftur.
Fimta Mósebók 22:3 Fimta Mósebók
Á sama hátt skalt tú bera teg at við esil hansara, klæði hansara og alt, ið bróðir tín missir burtur, og sum tú finnur – tú hevur ikki loyvi at látast sum einki.
Fimta Mósebók 22:4 Fimta Mósebók
Sært tú esil ella neyt bróður tíns liggja dottið á vegnum, mást tú ikki látast sum einki; tú skalt hjálpa honum at reisa tey aftur.
Fimta Mósebók 22:5 Fimta Mósebók
Kvinna má ikki ganga í mannfólkaklæðum, og maður má ikki fara í konufólkaklæði; hvør tann, ið slíkt ger, er HARRANUM Gudi tínum andstygd.
Fimta Mósebók 22:6 Fimta Mósebók
Táið tú á leið tíni kemur fram á fuglareiður í træi ella á jørðini við ungum ella eggum í, og mamman liggur á ungunum ella eggunum, mást tú ikki taka bæði mammuna og ungarnar;
Fimta Mósebók 22:7 Fimta Mósebók
mammuni skalt tú sleppa, men ungarnar kanst tú taka; tá skal gangast tær væl, og tú skalt liva leingi.
Fimta Mósebók 22:8 Fimta Mósebók
Táið tú byggir tær nýtt hús, skalt tú gera bróstvernd rundanum á takinum, so tú dregur ikki blóðskyld oman yvir hús títt, av tí at onkur dettur niður haðani.
Fimta Mósebók 22:9 Fimta Mósebók
Tú mást ikki – fyri at fáa tvey sløg av grøði av víngarði tínum – sáa nakað í hann; annars fellur alt undir halgidómin, bæði tað, ið tú sáaði, og ávøkstur víngarðsins.
Fimta Mósebók 22:10 Fimta Mósebók
Tú mást ikki pløga við neyti og esli fyri sama plógvi.
Fimta Mósebók 22:11 Fimta Mósebók
Tú mást ikki ganga í klæðum, sum eru vovin av tvinnanda sløgum av tilfari, av ull og líni.
Fimta Mósebók 22:12 Fimta Mósebók
Tú skalt gera tær duskar á øll fýra horn kappa tíns, sum tú sveipar um teg.
Fimta Mósebók 22:13 Fimta Mósebók
Táið maður tekur sær konu, men fær okkurt ímóti henni, eftir at tey hava verið saman,
Fimta Mósebók 22:14 Fimta Mósebók
sigur okkurt skammiligt um hana, spillir hana út og sigur: „Hesa kvinnu tók eg til konu, men táið eg kom henni nær, fann eg ikki moydómsmerki hjá henni!“
Fimta Mósebók 22:15 Fimta Mósebók
so skulu faðir og móðir hesa ungu kvinnu taka moydómsmerki hennara og koma við tí út í portrið, til hinar elstu í býnum.
Fimta Mósebók 22:16 Fimta Mósebók
Faðir gentuna skal siga við hinar elstu: „Eg gav hesum manni dóttur mína til konu; men nú hevur hann fingið okkurt ímóti henni;
Fimta Mósebók 22:17 Fimta Mósebók
hann leggur hana undir tað, ið skammiligt er, og sigur: „Eg havi ikki hjá dóttur tíni funnið moydómsmerki!“ – Men her er moydómsmerki hennara!“ Og so skulu tey breiða út klæðið fyri hinum elstu í býnum.
Fimta Mósebók 22:18 Fimta Mósebók
Tá skulu teir elstu í býnum taka mannin og revsa hann;
Fimta Mósebók 22:19 Fimta Mósebók
og teir skulu áleggja honum í bót 100 seklar av silvuri og lata faðir hina ungu kvinnuna fáa teir – afturfyri at hann spilti út eina moyggj í Ísrael; og hon skal vera kona hansara, hann má ikki skilja seg frá henni, so leingi sum hann livir.
Fimta Mósebók 22:20 Fimta Mósebók
Men var tað satt – var gentan ikki moyggj –
Fimta Mósebók 22:21 Fimta Mósebók
so skal hon verða leidd at húsdurum faðirs síns, og menninir í býi hennara skulu steina hana til deyða, afturfyri at hon hevur gjørt skemdargerð í Ísrael og drivið hor heima hjá faðir sínum. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær.
Fimta Mósebók 22:22 Fimta Mósebók
Táið maður verður tikin í at liggja hjá giftari konu, so skulu tey bæði lata lív, bæði maðurin, ið lá hjá kvinnuni, og kvinnan sjálv. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt ónda úr Ísrael.
Fimta Mósebók 22:23 Fimta Mósebók
Táið genta, sum er moyggj, er trúlovað við manni, og annar maður hittir hana inni í býnum og liggur hjá henni,
Fimta Mósebók 22:24 Fimta Mósebók
skulu tit leiða tey bæði út at býportrinum og steina tey til deyða, gentuna, afturfyri at hon rópti ikki um hjálp – tey vóru jú inni í býnum – og mannin, afturfyri at hann neyðtók brúður næsta síns. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær.
Fimta Mósebók 22:25 Fimta Mósebók
Men hittir maðurin ta trúlovaðu gentuna úti á markini og neyðtekur hana og liggur hjá henni, so skal bert maðurin doyggja, sum lá hjá henni;
Fimta Mósebók 22:26 Fimta Mósebók
gentuni skalt tú einki gera, hon hevur onga synd gjørt, sum hevur uppiborið deyðan; tí við hesum er tað, sum táið ein leggur á næsta sín og drepur hann;
Fimta Mósebók 22:27 Fimta Mósebók
hann hitti ta trúlovaðu gentuna úti á markini, hon rópti, men har var eingin at hjálpa henni.
Fimta Mósebók 22:28 Fimta Mósebók
Táið maður hittir gentu, sum er moyggj og ikki trúlovað, og neyðtekur hana og liggur hjá henni, og so onkur kemur fram á tey,
Fimta Mósebók 22:29 Fimta Mósebók
skal maðurin, ið lá hjá henni, lata faðir gentuna fáa 50 seklar av silvuri, og hann skal taka hana til konu, afturfyri at hann neyðtók hana; hann má ikki skilja seg frá henni, so leingi sum hann livir.
Fimta Mósebók 22:30 Fimta Mósebók
Eingin má giftast við konu faðirs síns ella lyfta teppi faðirs síns.“
Orðtøkini 12:10 Orðtøkini
Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum, men hjarta hins gudleysa er hart.
Esaias 11:6 Esaias
Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey.
Matteus 6:26 Matteus
Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!
Fimta Mósebók 25:4 Fimta Mósebók
Tú mást ikki múlbinda oksan, táið hann treskir.
Job 12:7 Job
Men spyr tú dýrini – tey skulu læra teg – og fuglar himmalsins – teir skulu siga tær tað –
Job 12:8 Job
ella hygg at jørðini – hon skal læra teg – lat fiskar havsins siga tær tað!
Job 12:9 Job
Hvør dugir ikki at síggja av øllum hesum, at hond HARRANS hevur skapt tað,
Job 12:10 Job
Hann, sum hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams!
Orðtøkini 27:23 Orðtøkini
Gjølla mást tú vita, hvussu seyður tín sær út; hav umsorgan fyri fylgjum tínum!