Leiðin (Kristus)

28 versir um "Leiðin (Kristus)"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

11
Esaias 30:21 Esaias

Og táið tú fert av leið – til høgru ella til vinstru – skulu oyru tíni hoyra orð ljóða aftan fyri teg: „Hetta er vegurin, gangið eftir honum!“

6
Ápostlasøgan 24:14 Ápostlasøgan

Men tað gangi eg við fyri tær, at eftir tí vegi, sum teir kalla villuflokk, tæni eg so Gudi fedra mína, at eg trúgvi øllum tí, sum skrivað er í lógini og profetunum,

5
Orðtøkini 12:28 Orðtøkini

Á rættvísivegi er lív, og gøtur hansara leiða ikki í deyðan.

4
Ápostlasøgan 9:2 Ápostlasøgan

og bað hann um brøv til Damaskus, til sýnagogurnar har, fyri at, um hann fann nøkur, menn ella kvinnur, sum hoyrdu til vegin*, hann tá kundi føra tey bundin til Jerusalem.

4
Ápostlasøgan 18:24 Ápostlasøgan

Til Efesus kom nú Jødi, ið æt Apollos; hann var ættaður úr Aleksandria og var orðkringur maður, sterkur í skriftunum.

4
Ápostlasøgan 18:25 Ápostlasøgan

Hann var lærdur veg Harrans, og við tað at hann var brennandi í andanum, talaði hann og lærdi skilagott um Jesus, tóat hann bert kendi dóp Jóhannesar.

4
Sálmarnir 25:4 Sálmarnir

Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,

3
Sálmarnir 25:5 Sálmarnir

leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin.

3
Ápostlasøgan 19:9 Ápostlasøgan

Men av tí at nakrir herdu seg og vildu ikki trúgva, og tosaðu ilt um vegin, so fólkið hoyrdi, rýmdi hann frá teimum, skilti lærisveinarnar frá teimum og helt dagliga samtalur í skúla Týrannusar.

3
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

3
Fyrsta Mósebók 3:24 Fyrsta Mósebók

Hann rak menniskjuna út, og eystan fyri urtagarðin Eden setti Hann kerúbarnar við hinum logandi svørði, sum vendir sær í allar ættir at halda vakt yvir vegnum til lívsins træ.

2
Sálmarnir 1:5 Sálmarnir

Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.

2
Sálmarnir 1:6 Sálmarnir

Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.

2
Sálmarnir 16:11 Sálmarnir

Tú kunngert Mær veg lívsins; fyri ásjón Tíni er gleðin fullkomin, lívsæla er við høgru hond Tína í allar ævir.

2
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir

Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.

2
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!

2
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini

Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.

2
Orðtøkini 15:10 Orðtøkini

Hørð straff rámar tann, ið fer av hinum beina vegi; tann, sum hatar revsing, skal doyggja.

2
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini

Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.

2
Ápostlasøgan 19:23 Ápostlasøgan

Um hesa tíðina varð ikki lítil gøla um vegin.

2
Ápostlasøgan 22:4 Ápostlasøgan

Eg søkti at hesum vegi líka til deyðan, bant og setti í fangahús bæði menn og kvinnur –

2
Rómverjabrævið 8:38 Rómverjabrævið

Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir,

2
Rómverjabrævið 8:39 Rómverjabrævið

hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.

2
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið

Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið

Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:17 Fyrra Jóhannesarbrævið

Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.

2