leiðarar
13 versir um "leiðarar"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 13:7 Hebrearabrævið
Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!
Lukas 22:26 Lukas
Men ikki so hjá tykkum; nei, hin størsti av tykkum – hann veri sum hin yngsti, og hin hægsti sum tann, ið tænir!
Orðtøkini 4:23 Orðtøkini
Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!
Matteus 7:12 Matteus
Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.
Matteus 20:26 Matteus
So skal ikki vera hjá tykkum; nei, tann av tykkum, sum stórur vil vera, skal vera tænari tykkara;
Markus 10:42 Markus
Tá rópti Jesus teir til Sín og segði við teir: „Tit vita, at teir, ið roknast fyri høvdingar tjóðanna, valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt.
Markus 10:43 Markus
So er ikki hjá tykkum; nei, tann tykkara, sum stórur vil verða, skal vera tænari tykkara;
Markus 10:44 Markus
og tann, ið fremstur vil verða av tykkum, skal vera trælur hjá øllum.
Markus 10:45 Markus
Tí Menniskjasonurin er heldur ikki komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Fyrra Timoteusarbrævið 4:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!