leið / stígur
958 versir um "leið / stígur"
Versir
Síða 1 av 20Sálmarnir 16:11 Sálmarnir
Tú kunngert Mær veg lívsins; fyri ásjón Tíni er gleðin fullkomin, lívsæla er við høgru hond Tína í allar ævir.
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir
Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir
Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
Sálmarnir 25:4 Sálmarnir
Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,
Sálmarnir 139:23 Sálmarnir
Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar!
Sálmarnir 139:24 Sálmarnir
Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!
Orðtøkini 2:9 Orðtøkini
Tá skalt tú skilja rættvísi, rætt og rættsinni, ja, eina og hvørja góða leið.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 4:1 Orðtøkini
Hoyrið, børn míni, táið ein faðir áminnir tykkum, lurtið eftir, so tit kunnu læra klókskap!
Orðtøkini 4:2 Orðtøkini
Tí góðan lærdóm gevi eg tykkum; sleppið ikki tí, ið eg læri tykkum!
Orðtøkini 4:3 Orðtøkini
Tí táið eg var sonur heima hjá faðir, táið eg var lítil og einasta barn móður,
Orðtøkini 4:4 Orðtøkini
lærdi hann meg og segði við meg: „Lat hjarta títt halda fast orðum mínum, varða boð míni, so skalt tú liva!
Orðtøkini 4:5 Orðtøkini
Keyp vísdóm, keyp vit, gloym ikki og vík ikki frá orðum muns míns!
Orðtøkini 4:6 Orðtøkini
Slepp ikki vísdóminum, so skal hann halda vakt yvir tær, elska hann, so skal hann vera vernd tín!
Orðtøkini 4:7 Orðtøkini
Upphav vísdóms er: Keyp vísdóm, ja, keyp vit fyri alt, ið tú eigur!
Orðtøkini 4:8 Orðtøkini
Set hann høgt, so skal hann seta teg høgt! Hann skal koma tær til heiður, táið tú fevnir hann.
Orðtøkini 4:9 Orðtøkini
Hann skal seta vakran krans á høvd títt, hann skal rætta tær fagra krúnu.“
Orðtøkini 4:10 Orðtøkini
Hoyr, sonur mín, og tak við orðum mínum, so skalt tú fáa mong ár at liva!
Orðtøkini 4:11 Orðtøkini
Eg vísi tær veg vísdómsins, leiði teg eftir gøtum rættvísinnar.
Orðtøkini 4:12 Orðtøkini
Táið tú gongur, skal einki vera stigum tínum til hindurs, og táið tú rennur, skalt tú ikki snáva.
Orðtøkini 4:13 Orðtøkini
Halt fast í tyktina, slepp henni ikki, varða hana, tí hon er lív títt!
Orðtøkini 4:14 Orðtøkini
Kom ikki á gøtur gudleysra, og fylg ikki vegi hinna óndu!
Orðtøkini 4:15 Orðtøkini
Skýggja hann, fylg honum ikki, vík frá honum og far øðrumegin við!
Orðtøkini 4:16 Orðtøkini
Tí tey fáa ikki sovið, uttan tey hava gjørt okkurt ilt, tey missa svøvnin, fáa tey ikki onkun til fals.
Orðtøkini 4:17 Orðtøkini
Tey eta gudloysisbreyð og drekka yvirgangsvín.
Orðtøkini 4:18 Orðtøkini
Men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er.
Orðtøkini 4:19 Orðtøkini
Vegurin, ið hini gudleysu ganga, er sum bølmyrkur; tey vita ikki, hvat tey fara at detta um.
Orðtøkini 4:20 Orðtøkini
Sonur mín! Gev orðum mínum gætur, legg oyrað til tað, ið eg sigi!
Orðtøkini 4:21 Orðtøkini
Lat tað ikki fara tær úr eygsjón, varða tað djúpt í hjarta tínum!
Orðtøkini 4:22 Orðtøkini
Tí tað er øllum teimum lív, sum finna tað, og øllum likami teirra grøðing.
Orðtøkini 4:23 Orðtøkini
Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!
Orðtøkini 4:24 Orðtøkini
Halt teg frá sviki við munninum, lat falskar varrar vera langt frá tær!
Orðtøkini 4:25 Orðtøkini
Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnakøst tíni vera beint fram undan tær!
Orðtøkini 4:26 Orðtøkini
Ger fóti tínum gøtuna slætta, lat allar vegir tínar miða á málið!
Orðtøkini 4:27 Orðtøkini
Halt ikki av, hvørki til høgru ella vinstru, lat fót tín víkja frá illum!
Orðtøkini 5:1 Orðtøkini
Sonur mín! Lurta eftir vísdómi mínum, legg oyrað til vit mítt,
Orðtøkini 5:2 Orðtøkini
so tú kanst goyma klók ráð, og varrar tínar kunnu varða kunnskap!
Orðtøkini 5:3 Orðtøkini
Tí hunangur dryppar av vørrum fremmandarar kvinnu, og hálari enn olja er muður hennara;
Orðtøkini 5:4 Orðtøkini
men til endan verður hon beisk sum malurt, hvøss sum tvíeggjað svørð.
Orðtøkini 5:5 Orðtøkini
Føtur hennara ganga niðureftir, til deyðan, spor hennara liggja beint í deyðaríkið.
Orðtøkini 5:6 Orðtøkini
Á leið lívsins vil hon ikki ganga; vegir hennara sneiða higar og hagar, og hon veit ikki av tí.
Orðtøkini 5:7 Orðtøkini
So lurta nú eftir mær, sonur mín, vík ikki frá orðum muns míns!
Orðtøkini 5:8 Orðtøkini
Lat leið tína liggja langt frá henni, kom ikki nær húsdurum hennara,
Orðtøkini 5:9 Orðtøkini
so tú kemur ikki at geva øðrum prýði títt, grummum harra ár tíni,
Orðtøkini 5:10 Orðtøkini
so fremmand skulu ikki verða mettað av ogn tíni, og vinningur tín skal ikki enda í húsi fremmandamans,
Orðtøkini 5:11 Orðtøkini
og tú ikki verða gripin av iðran, táið av tornar, táið likam títt og hold títt tærist burtur,
Orðtøkini 5:12 Orðtøkini
og siga: „Hvussu bar tað til, at eg hataði tykt, og at hjarta mítt virdi lítið um revsing?
Orðtøkini 5:13 Orðtøkini
Hví lurtaði eg ikki eftir teimum, ið lærdu meg, hví legði eg ikki oyrað til teirra, ið vegleiddu meg?
Orðtøkini 5:14 Orðtøkini
– Lítið vantaði á, at eg kom í størstu vanlukku mitt á dómstingi samkomunnar!“